Tíðindi
19.12.2022
Hvussu trívast næmingar í fólkaskúlanum? Og hvussu nógv happing fer fram? Í januar verða næmingar í 5., 7. og 9. flokki spurdir um hetta. Talan er um somu kanning, sum er gjørd áður, tó er henda eitt sindur tillagað við fleiri spurningum. Nýggju spurningarnir snúgva seg um meira lærufrøðilig viðurskifti í skúlanum, soleiðis at til ber at kanna, hvussu ávís viðurskifti í skúlanum ávirka trivnaðin hjá tí einstaka barninum. Eins og seinast er kanningin talgild.
Tað eru fýra ár síðan seinastu kanning. Hinar kanningarnar eru gjørdar í 2007, 2015 og so í endanum á 2018. Tað er Mentamálaráðið, sum hevur biðið um kanningina, og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum ger kanningina. Fylgibólkar eru settir at vera við í arbeiðinum. Væntandi verða fyrstu úrslitini tøk í mars mánaði og ein meira útgreinað frágreiðing liðug við skúlaársenda - mai/juni.
Í seinastu kanning kom fram, at 11 prosent av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta – samanborið við 13 prosent í kanningini frá 2015; ringast stendur til í 5. flokki. Svarprosentið var rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum tóku lut, tað svaraði til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum. Einstøku skúlarnir, sum tóku lut í kanningini, kundu fáa vita, hvussu støðan var á teirra skúla, um ynski var um tað.