Tíðindi

Trivnaðurin í miðdeplinum við betri vinum

Við tí fyri eyga at fremja trivnað millum børn, eru Undirvísingarstýrið, Nám og Barnabati farin í samstarv um verkætlanina Betri vinir.

16.10.2024

Betri vinir er ein verkætlan, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at styrkja góða barnafelagsskapin. Hetta verður gjørt við upplýsandi tilfari og ymiskum tiltøkum, sum byggir á málrættað, námsfrøðiligt arbeiði við at menna sosialar førleikar og fremja trivnað í tryggum og inkluderandi barnafelagsskapi. Her verða allir partar, sum dagliga eru um næmingin, tiknir við, tað veri seg foreldur, námsfrøðingar, lærarar og onnur vaksin.

- Við tí fyri eyga at fremja trivnað millum børn, eru Undirvísingarstýrið, Nám og Barnabati farin í samstarv um verkætlanina Betri vinir. Her finna vit rúgvusmikla vitan og granskingargrundað undirvísingartilfar, sum byggir á tað, sum í Danmark er kent sum Fri for Mobberi. Vit eru næstan liðug í tilgongdini at týða og tillaga tilfarið til føroyskt, og í løtuni verður Betri vinir sett í verk í nøkrum av fólkaskúlunum í Føroyum.

Magnus Tausen vísir víðari á, at Betri vinir hevur sín uppruna á dagstovnaøkinum, har Barnabati longu í fleiri ár miðvíst hevur arbeitt.

- Við støði í vitanini og royndunum á dagstovnaøkinum vendi trivnaðarráðgevin hjá Námi, Tóra Petersen, sær til Barnabata við ynski um at fáa tann partin av Betri vinum, sum er fyrireikaður til fólkaskúlan, settan í verk í Føroyum. Og tað er hetta stóra arbeiðið, sum vit nú í eina tíð hava arbeitt við at tillaga, so Betri vinir-kuffertið verður fylt við góðum, føroyskum tilfari, sum skal styrkja trivnaðin í skúlunum hjá teimum 6 til 9 ára gomlu.

Magnus Tausen sipar í sama viðfangi til nýggjastu trivnaðarkanningarnar, sum hava víst, at trivnaður millum næmingarnar í fólkaskúlanum eigur at verða styrktur. Tí var tað ein vinningur, at Barnabati sum hjálparfelagsskapur longu hevði tilfarið, sum vit kunnu gagnnýta á skúlaøkinum.

- Vit vita, at alsamt má arbeiðast fyri, at næmingar í fólkaskúlanum læra og trívast. Tá ið trivnaður so gjørdist ein av avbjóðingunum, var í fyrstu syftu torført at finna rætta ítøkiliga amboðið, sum kundi skapa broytingar á økinum. Vit skulu jú vita, hvat vit gera. Tí gjørdist Betri vinir góðu tíðindini um eitt gott amboð, har Betri vinir-vegleiðarar nú longu hava fingið útbúgving í at undirvísa lærarum úti í skúlunum. Hendan undirvísingin byggir á væl undirbygda námsfrøðiliga ástøðið umframt eitt talgilt univers við tilfari og vegleiðingum til lærarar, næmingar og foreldur.

Sum Magnus Tausen vísir á, so er í Betri vinum nógv og gott tilfar um trivnað til tey, sum dagliga eru um næmingarnar. Alt eftir, hvussu skúlin er skipaður og eftir stødd, verður tilfarið sett í verk í samstarvi við avvarðandi partar og við endaligari ábyrgd hjá skúlaleiðslunum.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni