Tíðindi
25.11.2016
Á ráðstevnuni fara granskarar og onnur at greiða frá nýggjastu vitanini og royndunum frá arbeiði við trivnaði í kommunum, dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Helle Rabøl, lektari á Aarhus Universiteti, fer eitt nú at varpa ljós á sosiala dynamikkin, sum fer fram, tá børn eru saman, og hvussu arbeiðið við trivnaði og fyribyrging av happing kann fara fram. Børns Vilkår fer at greiða frá um týdningin av foreldrasamstarvi fyri trivnaðin hjá børnum.
Á ráðstevnunum verða fyrilestrar og verkstovur, har tann luttakandi hevur møguleika at kava niður í ymiskt innan trivnað, sum viðkomandi hevur størstan áhuga í.
Tú fært eitt nú íblástur til, hvussu tú hugsar trivnað inn í tað fakliga, hvussu tú fært næmingarnar við, og hvussu tú kanst arbeiða við trivnaði í dagstovnum og frítíðarskúlum. Tú fært eisini hugskot um, hvussu tú miðvíst kann arbeiða við trivnaði og fyribyrging, og hvussu fyrisitingarnar í kommunum kunnu stuðla dagstovnum og skúlum í hesum sambandi.
Málbólkurin fyri ráðstevnurnar eru námsfrøðingar, lærarar, leiðarar, starvsfólk í fyrisitingum og onnur, sum hava við børn og ung at gera.
Red Red Barnet, Børns Vilkår og Børnerådet arbeiða miðvíst við fyribyrging av happing, og ráðstevnurnar eru í samsvari við tað arbeiðið, sum hesir felagsskapirnir gera, og tilmælini, sum eru. Mary Fonden stuðlar arbeiðinum.
Tað er ókeypis at taka lut á ráðstevnunum; meiri um ráðstevnurnar á uvm.dk