Tíðindi

Trivnaður og fakligheit ganga hond í hond

Trivnaður verður ongantíð eitt mál í sjálvum sær, men harafturímóti ein fortreyt fyri at náa tí endaliga málinum, ið er at útinna dygdargóða fakliga undirvísing. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

02.09.2024

At trivnaður og fakligheit eru tvær síður av somu søk, vita væl tey flestu. Tað er alneyðugt, fyri bara at náa einum líkinda fakligum úrsliti, at hesi bæði spæla væl saman og stuðla hvørjum øðrum. Annað kann ikki vera hitt fyriuttan og øvut. Vanliga er trivnaðurin góður, um næmingarnir fáa eina dygdargóða fakliga undirvísing í tí dagliga. Læra teir nakað, trívast teir eisini betur.

Men hóast hetta hava trivnaður og fakligheit heilt hvør sín leiklut í skúlanum. Trivnaður verður ongantíð eitt mál í sjálvum sær, men harafturímóti ein fortreyt fyri at náa tí endaliga málinum, ið er at útinna dygdargóða fakliga undirvísing.

Ein dugnaligur fyrrverandi starvsfelagi, sum tíverri ikki er millum okkum longur, plagdi at siga, at skúlans uppgávu er og verður at læra børnini at lesa, skriva og rokna. Ikki tí, hann dugdi sera væl við næmingum á sín lætta og positiva hátt, umframt at hava nógvar fakligar dygdir.

Og tað er júst tað. Javnt og samt at røkja trivnaðin, so fortreytin fyri læring støðugt er til staðar. Jú betri næmingarnir trívast og hava tað sosialt, tess betur tíma teir og eru meira fysiskt og mentalt til staðar, og harvið verður fakliga úrslitið tað betri.

Hvussu fæst so góður trivnaður, tí tíðin er jú avmarkað. Tað er oftast ikki so trupult og tekur vanliga ikki nógva tíð og orku. Tú eigur javnan at tosa við næmingarnar bæði formelt og óformelt. Tú mást, serliga sum flokslærari, hjúkla um teir. Bara við at tosa við næmingarnar eina løtu mánamorgun um okkurt, sum tú hevur hoyrt ella sæð, kanst tú fáa huglagið hjá næmingunum upp og harvið betri fortreyt fyri at læra restina av degnum og helst vikuni við. Tú mást eisini altíð hava fingurin á pulsinum, fyri skjótt at mana okkurt keðiligt í jørðina, áðrenn tað veksur seg stórt og trupult. Slatri og happing skulu sjálvandi ikki vera pláss fyri.

Verður hetta gjørt, er oftast lætt at læra tey væl at rokna, lesa og skriva. Umframt alt annað vit skulu læra tey nú á døgum. Men eins og trivnaðuin má vera í hásæti, er tað eisini ein ófrávíkilig treyt, at høg faklig dygd í væl skipaðari undirvísing er hornasteinurin í fólkaskúlanum.

Annars kann eisini okkurt størri sosialt trivnaðartiltak í skúlunum vera sera gott fyri ein flokk ella flokkar. Her er ein seturskúli ofta gull verdur. Ikki minst, tá ið fleiri nýggir næmingar eru komnir í skúlan aðrastaðni frá. Nú um dagarnar hava næmingar í 2., 4., 6., 7. og 8. flokki í okkum skúla, Skúlanum á Fløtum, verið á seturskúla kring landið. Sum eg hoyrdi, lótu øll væl at. Sjálvur var eg saman við øðrum í Klaksvík, við á leið 100 næmingum úr 8. flokki í tveir dagar. 50 búðu í Húsmøðrarfelagnum og 50 í Skálanum. Ein framúr túrur, har næmingarnir stórtrivust og komu víða um. Vóru líka úr Svimjihøllini úti í Grøv og úr egningarskúrinum hjá “Líðhamri” á Stongunum og í ungdómshúsinum “Húsið”. Umframt nógv á ítróttarøkinum og vitjaðu eisini skúlan á Skúlatrøð. Veðrið var eisini við okkum, tað gjørdi tað ikki verri. Men tað týdningarmesta við slíkum túri er uttan iva tað óformella virksemið millum næmingarnar. Prátini, túrarnir, skemtið og vónandi nýggj vinarløg og góð sambond. Flokkurin er, eftir slíkan túr, nógv sterkari og betur fyri at læra og áhaldandi mennast.

Slíkur túrur er væl útgivnir dagar, ikki bara sosialt, men eisini fakligt. Teir eru við til at halda fakliga støðið, tí næmingarnir eru betri fyri. Og í tí fakliga mugu vit helst ikki slaka, hóast tímatalið í hesum døgum, í fleiri skúlum, longu er, ella fer at lækka. 

Jú, trivnaður og fakligheit hanga avgjørt óreingiliga saman.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni