Tíðindi
11.01.2016
Fatanin av happing er broytt, og tí skulu trivnaðarætlanirnar, ið skúlarnir hava, dagførast samsvarandi. Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi verða gjørt 1. feb. 2016, nakrar mánaðir eftir at stóra ráðstevnan um happing var fyri øllum starvsfólkum fólkaskúlans, men tað mettu skúlarnir vera ov stutt skotbrá. Freistin er tí longd til 2. mai í ár. Nýggju trivnaðarætlanirnar skulu almannakunngerast á heimasíðu skúlans og verða sjónligar.
Tað er umráðandi, at trivnaðarætlanirnar eru greiðar og ítøkiligar. Nýggjasta vitanin á økinum eigur at verða brúkt, tá hon verður gjørd, og trivnðarætlanin eigur at vera stutt og greið. Besta úrslitið fæst, um øll í skúlanum og sum varða av skúlanum verða tiknir upp í arbeiðið at gera trivnaðarætlanina. Trivnaðarætlanin eigur at verða tikin fram í skúlahøpi javnan, eftirmett og dagførd.
Í mai í fjør varð stóra happingarkanningin almannakunngjørd, evnisdagur var í oktober og stór ráðstevna í november fyri allar lærarar fólkaskúlans. Mentamálaráðið heitir á fólkaskúlarnar um framhaldandi at arbeiða við trivnaði út frá endurskoðaðu fatanini av happing og at raðfesta trivnað í skúladegnum.
Myndin er frá ráðstevnuni um happing, sum var í november. Myndatakari er Rói Jacobsen.