Tíðindi
05.05.2017
Hvussu skulu stúrin foreldur vegleiða børnini, tá ið tey kunnu hoyra ræðulig tíðindi alla staðni alla tíðina?
- Foreldur kunnu ikki verja børnini ímóti veruleikanum, men í staðin kunnu tey geva teimum amboð at takkla tíðindini, sigur Soilikki Vettenranta, professari.
Vettenranta arbeiðir á Instituttinum fyri námsfrøði og lívlanga læring, NTNU í Noregi. Hon hevur nógvar royndir við børnum og miðlum; umframt hevur hon arbeitt sum sjónvarpstíðindafólk og við kreppusamskifti. Fyri stuttum skrivaði hon bókina, Krig og katastrofer i media – De unges møte med brutale nyheter.
Fyri fáum árum síðan vóru tíðindi nakað, sum familjan var savnað um framman fyri sjónvarpið. Foreldur kundu hava eftirlit við, hvussu nógv børnini hoyrdu og sóu, tey sótu saman og kundu tosa um tað, sum tey sóu og hoyrdu. Við teimum sosialu miðlunum er alt øðrvísi. Tíðindastøðan er meiri privat og einstaklingakend; gjøgnum sosialu miðlarnar hava tey ungu atgongd til tíðindi alt samdøgrið, og fleiri senda tíðindi víðari til onnur at lesa og síggja.
- Flestu ungfólk hava egna teldu, fartelefon ella teldil. At hoyra tíðindi er flutt úr stovuna inn í kamarið ella skúlagarðin, har tey ungu surfa á netinum saman við øðrum ungum, sigur Vettenranta.
Í dag ber ikki til at forða børnunum í at hava atgongd til tíðindi, ei heldur følsk tíðindi, úr allari verðini. Men Vettenranta heldur, at børn eiga ikki at verða vard ímóti tíðindum.
– Vit halda kanska, at vit verja børnini, men í staðin geva vit meiningsútvekslingina til onnur børn, har hugflogið og søgurnar eru verri enn veruleikin.
Børn eiga at verða drigin inn og ikki verða sett til viks sum óvirknir lurtarar. Tosa tey vaksnu um kríggj og vanlukkur yvir høvdið á børnunum, kann tað vera ræðandi hjá børnunum, serliga teimum minstu.
– Tað er umráðandi, at foreldrini tosa við børnini. Tøgnin er tað ringasta. Tað hevur týdning at tosa um krígg, vanlukkur, men mátin, sum tað verður gjørt, eigur at verða tillagaður aldrinum, búningarstiginum og kognitivu evnunum hjá børnunum, sigur professarin.
Hon mælir foreldrum til at lata børnini stýra samrøðuni, tí tað er ikki vist, at børnini verða bangin av tí, sum foreldrini halda, at tey verða bangin av.
- Gransking vísir, at foreldur taka ímóti tíðindum um vanlukkur og kríggj heilt øðrvísi enn børn gera. Spyr børnini, hvat tey hugsa, spyr tey um tey eru bangin fyri onkrum. Smábørn uppliva tíðindini í brotum, og tey skilja ikki, at somu ræðuligu tíðindi verða send umaftur allan dagin. Tí kunnu tíðindi, sum verða send aftur og aftur, gerast ein ræðandi streymur av yvirgangi.
Kelda: forskning.no