Tíðindi

Tosa sama mál

Barnabati umsitur og hevur evstu og yvirskipaðu ábyrgdina og leiðsluna av betri vinir-átakinum. Barnabati hevur sett eitt starvsfólk, ein samskipara, at umsita økið burturav.

17.10.2024

Nám samskipar arbeiðið við Betri vinum í fólkaskúlanum og hevur sett tveir ráðgevar at ferðast til skúlar kring landið. Uppgávan er millum annað at eygleiða og ráðgeva skúlum og lærarum og tryggja, at skúlarnir halda fast um og áhaldandi arbeiða við átøkum, sum eru sett í verk.

Tóra Joensen og Áki Dyssegaard eru ráðgevar. Tey eru samd um, at talan er um eitt sera týdningarmikið starv og eina verkætlan, sum veruliga ger mun.

- Við hesari verkætlanini hava vit fingið eitt amboð, sum ger, at øll tosa sama mál og hava somu stevnu. Tað átti at gjørt børnini í skúlanum tryggari í felagsskapinum og harvið minkað um happingina, sigur Tóra Joensen.

Hon vísir á, at tað í ógviliga stóran mun snýr seg um og hevur týdning at styrkja og menna sjálva mentanina í skúlanum. Og felagsskapin. Men tað kann skjótt renna út í sandin, tí ofta fyllir tað fakliga so nógv í skúlanum, at stundir ikki eru til annað.

Áki Dyssegaard er hin ráðgevin. Hann vísir á, at happing ofta stendst í ótryggum umhvørvi, og tá verður talan ofta um eina ónda ringrás og neiliga mentan – ein spurningur um, hvør er inni í hitanum, og hvør er úti í kuldanum. Men tað er ikki ein góð støða at vera í, heldur hann.

- Øll børn hava virði og eiga pláss í felagsskapinum, sigur hann.   

Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi og verkætlanarleiðari á Námi, sigur, at royndir aðrastaðni vísa, at tað ofta eru fleiri stig á leiðini, áðrenn ágóðin kemur barninum – í hesum føri skúlanæminginum – til góðar. Og skal verkætlanin eydnast til fulnar, er tað umráðandi og av sera stórum týdningi, at allir partar taka undir við hugskotinum og endamálinum við verkætlanini. 

Fyrst og fremst mugu skúlaleiðslurnar taka verkætlanina til sín og slóða fyri. Síðani ræður um at fáa starvsfólkini, sum ofta eru lærarar og námsfrøðingar, við umborð. Foreldrini eru somuleiðis ein avgjørdur og týðandi partur, og at enda eru tað børnini, sum alt í grundini snýr seg um.

- Okkara grundleggjandi uppgáva er at skapa karmarnar, og so er tað upp til skúlarnar, hvør í sínum lagi, at fylla karmarnar út, sigur Tóra Petersen.

Nám skipar árliga fyri skeiðum fyri skúlaleiðslum og lærarum, so tey eru so væl ílatin sum gjørligt at bera uppgávuna. Higartil hava fleiri enn 100 starvsfólk í fólkaskúlanum tikið lut á hesum skeiðum. Haraftrat hevur verið skipað fyri nøkrum kveikjandi framhaldsskeiðum, tí tað ræður alla tíðina um at halda stásið við líka, sigur Tóra Petersen.  

Tølini siga, at okkurt um 600 børn í fólkaskúlanum eru í grunddeildini á teimum sjey skúlunum um landið, sum higartil hava tikið lut í betri vinir-verkætlanini. Og nú skúlarnir eru byrjaðir aftur eftir summarfrítíðina, eru okkurt um 400 næmingar lagstir aftrat, so teir í alt vera oman fyri túsund. Starvsfólkini vera okkurt um 70 fleiri.  

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni