Tíðindi
13.05.2016
Vit liva í eini broytingartíð. Tað byltist innantanna. Tað byltist uttantanna. Bæði nær og fjar. Politiskar, heimspekiligar, hugvísindaligar og mannarættarligar rembingar gera stórar og tungar aldur í menniskjaliga sjógvin. Summar rembingar gera stórar aldudalir millum okkum. Aðrar bróta høgt og leggja seg sum tung óløgi inn yvir tey londini, har fólkaræðið varð føtt. Hóast vit liggja avskorin í miðjum norðatlantshavi, so verða vit rakt við fullari ferð. Vit uppføra okkum, sum búgva vit á meginlandinum, har illveðrið er harðast, sum um vit skuldu verið rakt, nær tað skuldi verið. Og tað gera vit!
Flóttafólk koma inn í Evropa í stríðum streymi, og tey hava eina mentan, eina politiska fatan, eina heimspekiliga mynd, hugvísindaligar tankar og mannarættarligan rættvísishugburð, sum ikki er tann sami, sum vit tey seinastu 300 árini hava bygt upp í londunum í Evropa. Hetta krevur, at vit eru noydd at endurhugsa okkara egna virðisgrundarlag. Ella fara aftur til eitt virðisgrundarlag, har vit tóku eina støðu. Fyrr plagdu nýggjar hugburðarbirtingar at stinga seg upp millum ung, sum ikki tímdu meir. Tey ungu í dag hava helst ikki sama broytingarneista, sum ung høvdu fyrr. Vit plagdu at venda myndatólið út móti verðini, men myndatólið hjá dagsins ungdómi vendir móti teimum sjálvum.
Tað er okkara fólkræðisliga skylda at tosa um hesar rembingar, sum eru í Evropa. Vit kunnu sjálvandi eisini siga, at hatta rakar ikki okkum, yppa øksl, tí at vit liggja so fjart frá øllum trupulleikunum, og hvør tímir til lítlu Føroyar at spreingja seg í luftina? Vit kunnu eisini tað. Men vit skulu helst tora at tosa um trupulleikan!
Eg undirvísi í 7., í 8. og í 9. flokki á Skúlanum á Fløtum. Hesi ungu, fittu fólkini eru uppvaksin við einum skíggja framman fyri eygunum. Næstan sum asnin við gularótinini hangandi á einum pinni fram úr pannuni ganga tey fram eftir fummum og stara í ein skíggja, har sannroyndirnar hjá øðrum verða sýndar. Vit mugu tosa! Vit mugu tosa við tey um tað, sum gongur fyri seg niðri í Evropa, tí at tey flestu leita sær ikki upplýsingar um støðuna fram av sínum eintingum! Vit mugu fáa børn í øllum árgangum at venda myndatólinum móti verðini.
Hvussu leggja vit upp til kjak um hetta sára evnið? Hvussu siga vit við nærtakandi næmingar, at vit verða noydd at endurskoða evropisku mentanina? Skulu vit tora at siga, at summir islamistar eru vandamiklir, ja, kanska einir 300.000.000 teirra! Vit tora at siga, at nakrir nasistar vóru vandamiklir fyri Evropa undir seinna kríggi. Skulu vit tora at siga, at vit mugu endurskoða grundlógir fyri at kunna berja niður rákið, sum er við at taka seg upp í Evropa. Skulu vit siga við tey, at øll ikki eru fødd jøvn og fræls og alt hatta har? Skulu vit tora at siga, at triðja heimskríggj er byrjað? Hvussu bera vit næmingunum boðini, at evropiska siðmenningin stendur fyri falli, og at tað rakar okkum!
Ongar lærubøkur eru um hetta. Vit mugu lesa greinar í útlendskum bløðum og gera okkara egnu meining. Vit eru lærarar, og skulu vit lærarar siga okkara hjartans meining, ella skulu vit verða politisk lýtaleys og rógva millum skerini og ansa væl eftir, at árarnar ikki taka í. Helst skulu vit liggja mitt ímillum. Viðhvørt renna á land og viðhvørt venda snekkjuni, so hon ikki tekur í land.
Vit sigla hugsjónarligan vandasjógv, og onkur er, sum umvegis foreldur, ommur og abbar, systkin og skíggjar, hevur gjørt sær eina meining, og tey skulu sjálv sleppa at royna at endurhugsa evropisku siðmenningina. Tey skulu hyggja aftur á søguna, skulu síggja samtíðina, og duga at hugsa, hvønn veg rákini í framtíðini fara at reka, og hvønn veg streymurin fer.
Greinin stendur í nýggjasta Skúlablaði.