Tíðindi

Tom Joensen fyrstilærari í 20 ár

Tom Joensen hevur røkt starvið sum fyrstilærari í Eiðis skúla í 20 ár.

07.09.2024

Í samband við at Tom Joensen hevur røkt starvið sum fyrstilærari í Eiðis skúla í 20 ár, var hátíðarhald á skránni í miðhøll skúlans. Eftir at børnini høvdu sungið morgunsang, sum tey gera hvønn fríggjamorgun, bar Annsy Høghamar, borgarstjóri, fram røðu og handaði Tom blómutyssi. Í røðuni segði hon millum annað, at tað er ikki lætt at fevna um 20 ár við nøkrum fáum orðum. 20 ár eru jú ikki 20 dagar, sum tikið verður til.    

Hjartaliga til lukku við starvsdegnum og blíðan byr framyvir. 

Tíðindini eru av heimasíðuni: eidi.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni