Tíðindi

Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum handað landsstýrismanninum

Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

02.11.2021

ilmælini byggja á áður gjørd tilmæli og fevna um høvuðsøkini: Tíma- og lærugreinabýti, námsætlanir, undirvísingartilfar, læraraførleikar, gransking og útbúgving.

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna, og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum.

Eisini verður mælt til, at námsætlanir í donskum og fremmandamálum verða tillagaðar við meira denti á málið sum miðil og samskiftisamboð, føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega, og námsráðgevar skulu setast.

Harumframt verður mælt til at granskingarstørv í fremmandamálum verða skipað á Fróðskaparsetrinum.

Í arbeiðsbólkinum eru:

Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.
Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, skrivari.
Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag.
Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám.
Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.

(Hanna Jensen er ikki við á myndini.)

Sí: Fremmandamál í føroyska skúlaverkinum (cdn.fo)

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni