Tíðindi
05.11.2015
Í útvarpinum í morgun, hósdagin 5. november, verður aðalstjórin í Mentamálaráðnum endurgivin fyri at siga, at í lýsingini eftir skúlastjóra til Skúlanum við Streymin, er hædd tikin fyri eini møguligari fólkaatkvøðu, fyri ella ímóti niðurlegging av verandi skúlum. Lærarafelagið heldur, at hetta er ein tillagaður sannleiki.
Í Sunda kommunu eru 5 skúlar. Skúlarnir fevna, hvør sær, um eina ella fleiri bygdir. Ætlanin er at niðurleggja skúlarnar og savna teir undir eini leiðslu og seinni á einum staði. Í sambandi við ætlaðu niðurleggingarnar er tað, at § 29, stk. 5 í fólkaskúlalógini kann takast í nýtslu. Borgararnir í eini bygd/skúlaøki kunnu krevja fólkaatkvøðu, har staðfest verður um ein meiriluti av bygdafólkinum er fyri ella ímóti at niðurleggja skúlan. Um meiriluti er ímóti, so skal skúlin í bygdini varðveitast.
Um so er, at hædd er tikin fyri hesum veruleika í lýsingini eftir stjóra fyri nýggja skúlan, hví stendur so í lýsingini, at í nýggja skúlanum eru 286 næmingar? Hetta er samlaða næmingatalið í øllum skúlunum í kommununi. Og hví fáa verandi skúlaleiðarar so ætlanarskriv um uppsøgn, meðan onkur skúlaleiðari verður fluttur í stjórastarv á øðrum skúla, har frammanundan er lýst eftir skúlastjóra/fyrstalærara?
Í lýsingini er als ikki tikin hædd fyri eini fólkaatkvøðu, tí eitt møguligt nei til niðurlegging broytir tilgongdina. Um borgararnir í eini bygd siga nei til at niðurleggja skúlan í bygdini, so ganga ikki 286 næmingar í nýggja skúlanum. Somuleiðis kann henda, at ein skúlaleiðari verður uppsagdur í einum skúla, sum, sambært vilja borgaranna, ikki veður niðurlagdur. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og hví hevur MMR slíkan skund, tá formligu viðurskiftini ikki eru í lagi.