Tíðindi
23.09.2016
Sambært nýggjari norskari kanning hava ungfólk tað gott og eru ógvuliga virkin. Tey flestu hava góðar vinir at vera saman við, foreldur, sum ganga upp á tey ungu og ein skúla og nærumhvørvi, har tey bæði støðast og kenna seg trygg. Hetta eru týdningarmiklar fortreytir fyri at hava tað gott, góðari heilsu og leiðina fyri einum góðum lívi.
Granskararnir handan kanningina, ið verður nevnd Ungdata-studien, hava fylgt menningini í livikorunum hjá norskum ungdómi frá 2010 og fram til summarið 2016.
- Hóast tíðarbilið, vit hava kannað, ikki er langt, so síggja vit kortini ymiskt áhugavert. Við spildurnýggjum upplýsingum kunnu vit skjalprógva, at menningin, vit hava sæð síðan ártúsundáraskiftið, vísir ein ungdóm, hvørs atburður og støða gerst alsamt betri, sigur Anders Bakken, leiðari á deplinum, ið hevur gjørt kanningina.
Seinastu tølini vísa, at tey ungu, ið roykja, snúsa, drekka, fremja harðsskap og brotsverk, gerast færri í tali. Um somu tíð síggja vit, at tey brúka alt meiri tíð til skúlating, og fleiri miða eftir hægri útbúgving samanborið við fyri fáum árum síðan.
- Viðurskiftini millum ungfólkini og foreldur teirra eru vorðin betri. Fleiri ung enn áður siga, at foreldur teirra kenna vinirnar hjá teimum ungu, og at foreldrini vita, hvat tey ungu brúka frítíðina til. Tá ið vit hugsa um fyribyrging, er tað umráðandi, at vit vita, at eldhugað foreldur eru umráðandi, tá ið tey ungu skulu megna avbjóðingar, ið koma í tíðarbilinum frá at vera barn til at gerast vaksin, sigur Anders Bakken á.
Úrslitini vísa, at ung nú á døgum seta heimið frammarlagari enn áður sum stað fyri tí, tey takast við í frítíðini. Støðugt færri brúka kvøldini úti við vinunum ella mala í gøtunum.
Um somu tíð er tað ikki longur so vanligt, at ungfólk fara heim til hvønn annan samanborið við fyri ikki so langari tíð síðan. Hetta hongur saman við nýggjum hættum at samskifta sínámillum.
Ein stórur partur av ungdólkunum brúka nógva tíð framman fyri ymsum skíggjum, og tað eru nógv, sum brúka nógva frítíð at vera sosialur á netinum. Hetta merkir, at lívið í heiminum sum pallur fyri fysiskari samveru við javnaldrar er broytt munandi seinnu árini.
- Kortini síggja vit, at vinabólkar hava tað gott, sigur Guro Ødegård, granskingarleiðari á Nova á Háskúlanum í Oslo og Akershus.
Kanningin vísir, at tey flestu hava nógvar vinir, og at tey flestu eisini hava tættar vinir.
- Í hesum árum, har talgildu miðlarnir hava gjørt innrás í lívið hjá teimum ungu, hava vinaløg kortini ikki fingið minni týdning. Vinaløg hava tó broytt skap samanborið við fyrr; samanborið við dreingir hava gentur tað truplari í so máta, tí gentur mangla tættar vinir. Kanningin vísir, at tað eru fleiri gentur samanborið við fyrr, sum mangla tættar vinir, úr 10 upp í 12 prosent, sum er nógv. Hetta fellur saman við, at gentur í størri mun enn dreingir líða av einsemi, hava eyðkenni um tunglyndi, eru fyri happing og ikki støðast so væl í skúlanum. Hetta bendir á, at tað eru gentur, sum hava tað verri við seg sjálvar enn fyri fáum árum síðam, sigur Bakken.
Kelda: forskning.no