Tíðindi
16.11.2015
- Vit hava leingi vitað, at happing hevur stórar avleiðingar fyri tann, sum verður happaður, bæði sálarliga og likamliga. Í kanningum, ið gjørdar eru í Danmark, kemur fram, at børn, ið eru fyri happing, eru oftari sjúk, enn børn, sum ikki eru fyri happing.
Happaðu børnini hava fleiri sjúkradagar; tey líða av at hava ilt í búkinum, ilt í høvdinum og annað líknandi, sum mangan hvørvur, um tey sleppa at vera heima í staðin fyri at fara í skúla. Heima hava tey verið í friði fyri happarum, men av tí at happing nú eisini fer fram í sosialu miðlunum, verður friðurin heima eisini órógvaður. Børn, sum verða happað, eru eisini í størri vanda at verða rakt av tí, vit kalla lívsleiði. Tað vil siga, at tey hava negativar hugsanir um teirra eksistens; tey hugsa um tey yvirhøvur verða sædd av øðrum enn familjuni, og tað besta hevði verið bara at horvið. Tey hava eina svartskygda lívsskoðan, sigur Helle Rabøl Hansen.
Børn, sum verða happað og sum fáa álvarsligar fylgjur av happingini, koma úr øllum løgum í samfelagnum, bæði úr orkuríkum familjum og familjum við knapt so stórum yvirskoti, sigur Helle Rabøl Hansen.
- Vit síggja úr útlendskari kanning frá 2013, at tey, sum hava verið fyri happing sum børn, eru í størri vanda at fáa posttraumiska strongd, tá ið tey gerast vaksin, enn tey, ið ikki hava verið fyri kapping. Tey vísa somu tekin um posttraumatiska strongd, sum tey, ið hava verið fyri torturi, og tey, sum hava arbeitt í krígsherjaðum økjum. Hetta vísir aftur, hvussu álvarslig happing er.
Í gransking síni av happing seinastu nógvu árini er Helle Rabøl Hansen komin eftir, at vreiði fyllir ógvuliga nógv hjá teimum, sum hava verið fyri happing.
- Tað kann undra, at vit í granskingini av happing ikki hava gáað so nógv eftir, at vreiði fyllir so nógv. Kanska er orsøkin, at nógv okkara hava ilt við at rúma vreiði, og tí vreiði onkursvegna ger seg inn á tey mest grundleggjandi virðini, vit hava. Enn er ikki so nógv granskað í, hvat happing ger við fólk so hvørt tey gerast eldri og vaksin. Vit kunnu ikki útleiða, at hevur tú verið fyri happing, so verður tú so ella so, tá ið tú verður vaksin. Vit hava eina tesu um, at ert tú vanur við at vera útihýstur ella útstoyttur í fólkaskúlanum, so fylgir henda kenslan tær víðari í lívunum, í miðnám ella á arbeiðsplássinum, men í júst hesum viðurskiftum eiga vit at granska meiri.
Ráðstevnan Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari var í Skúlanum við Løkin hósdagin og Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin. Millum fyrilestrarhaldararnar vóru Helle Rabøl Hansen og Dorte Marie Søndergaard frá eXbus-granskingarbólkinum, sum lýstu nýggjastu granskingina og dømi um átøk, sum hava víst seg í verki at hava fyribyrgt og tálmað happing. Katrin av Kák, sálarfrøðingur og námslektari, og Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur og námslektari, løgdu fram kanningina av happing í fólkaskúlanum, sum var gjørd í fjør og almannakunngjørd í vár.