Tíðindi
22.08.2017
Alla staðni har fólk samlast, síggja við atferðartrupulleikar. Tað kann bæði vera í minni mun – sum t.d. at eitt barn ikki vil samstarva, ella í størri mun – at ein persónur er harðligur ella skaðar seg sjálvan.
Hesar støður mugu vit duga at handfara - líkamikið um tað er í leiklutinum sum lærari, pedagogur, foreldur, røktarfólk ella annað. Á temadegnum lærir tú at takla truplu atferðina við effektivum metodum, sum kallast Low arousal approach”, sum eru grundaðar á neuropsykologi og affektteori. Útgangstøðið er, at vit skulu loysa sjálvt tær mest truplu støðurnar uttan at nakar kemur til skaða.
Bo Hejlskov Elvén er sálarfrøðingur og arbeiðir sum ráðgevi, granskari og fyrilestrahaldari innan handfaring av trupulleikaelvandi atferð. Les meira um temadagin her:
http://synergi.fo/trupul+atferd+temadagur+vid+bo+hejlskov.html
Savnsmynd: Rannvá Egholm