Tíðindi

Tema um fólkatalsfrøði á Snar

Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí er ein temasíða gjørd á Snar um fólkatalsfrøði, har tosað verður við Hans Paula Strøm á Hagstovuni.

03.03.2017

Annað tilfar, m.a. úr Kringvarpinum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið ”Næstan 50.000”.
 
Við uppgávum og eftir námsætlanini er tilfarið gjørt til hádeild, har fólkatalsfrøði er eitt kjarnaøki í landafrøði.
 
Snar, sum hevur gjørt síðuna, mælur til, at í ársætlanini verða brúktir 6-8 tímar í landafrøði til hesa temasíðu.
 
Her er nýggja temasíðan: http://snar.fo/50000/

Myndina av rennandi børnunum, sum er brúkt ovast á temasíðuni, tók Absalon Hansen, fotografur, tá flaggdagsrenning var í Havn í 2014.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni