Tíðindi
28.01.2016
Á heimasíðuni hjá skúlanum vísir skúlin til, at kanningar vísa, at bara næmingurin hevur fartelefonina í lummanum, versnar hugsavningin, og fakliga úrtøkan verður minni, enn tá telefonin ikki er nærhendis.
- Í Skúlanum við Løgmannabreyt eru vit av teirri fatan, at næmingar koma í skúla at læra sum mest, eins og skúlin er pallurin, har sosialu evnini hjá næmingunum mennast. Sosialu evnini mennast best gjøgnum venjing – andlit til andlits, og tí ynskja vit, at talgildu amboðini ikki órógva sosiala spælið hjá næmingunum. Børn sita sum er við talgildu amboðunum í nógvar tímar dagliga. Í Skúlanum við Løgmannabreyt verða talgildu amboðini einans tikin fram, tá næmingar skulu nýta tey í samband við undirvísing.
Í fríkorterunum stendur tað næmingunum frítt at spæla borðspøl, fótbólt og annað, nýta høllina og sofurnar at práta í.
Frá 1. februar 2016 skulu næmingar leggja telefonirnar í skápið ella kassan, sum er gjørdur til endamálið, tá teir koma í skúla. Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingurin ikki sleppur at nýta telefonina í skúlatíðini – heldur ikki í fríkorterinum. Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann læna telefonina hjá læraranum ella skrivstovuni.
Verður telefonin tikin fram í skúlatíðini, tekur lærarin telefonina frá næminginum og leggur hana á skrivstovuna hjá leiðsluni. Foreldrini kunnu heinta telefonina, tá næmingurin hevur fingið frí.
Henda avgerð er tikin við støði í gransking um telefonir og undirvísing/innlæring.
- Í samband við at vit fara undir telefonpolitikkin, verður útskrivað ein kapping fyri næmingar í 4.-9. flokki. Tann flokkurin, sum hevur “mist” fæst telefonir í tíðarskeiðnum 1. februar til 20. juni 2016, vinnur ein túr at bowla fyri allan flokkin.
Mynd: Rannvá Egholm.