Tíðindi

Telduspøl við harðskapi fáa ikki ung at fremja harðskap

Ung, sum brúka tíð til spøl við nógvum harðskapi, kunnu verða ávirkað og gerast vreið, men tað fær tey ikki at fremja harðskap móti øðrum.

25.08.2022

Longu í 90-unum var sagt, at telduspøl eru vandamikil. Fatanin broyttist ikki, tá spælarin fór frá at stýra Mario-figurum í ævintýralandi til at stýra hermonnum, sum skjóta alt, sum fyri er. Stúranin er økt, so hvørt graffikurin í telduspælunum er vorðin meiri og meiri veruleikakendur.

Við jøvnum millumbili verður kjakast um, hvørt telduspøl, har nógvur harðskapur er, eiga at verða bannað ella sensurerað; hetta er út frá eini fatan av, at tað kann ávirka spælararnar at gerast harðligir.

Ein nýggj kanning hevur hugt nærri at, um nakað samband er millum at spæla telduspøl, har nógvur harðskapur er, og so tað at vera harðligur í veruliga lívinum.

Tú verður ikki harðligur av spæli

Kanningin tekur støði í aldursásetingini, sum amerikanski marknaðurin hevur sett á spøl. Felagseyðkennið er, at tað er M-ratað, og tað merkir, at harðskapur ella tað, sum minnir um harðskap, er partur av spælinum.

Kanningin hevur nýtt dátur frá ungum dreingjum millum 8 og 18 ár í USA, tí granskararnir meta, at hetta eru teir, sum spæla mest telduspøl.

– Úrslitini benda á, at harðlig spøl kunnu øsa børn, men ikki á ein hátt, sum førir til harðskap ímóti øðrum, sigur granskarin, sum hevur gjørt kanningina, Agne Suziedelyte, seniorlektari við City University of London, í einum tíðindaskrivi.

Hon hevur kannað, hvussu tað, hon rópar at vera “harðskapsspøl” kunnu ávirka tvey sløg av harðligari atferð: harðskap og vreiði móti øðrum fólkum, og herverk ella oyðileggingar á lutir og ognir.

Foreldrini hjá dreingjunum, sum hava tikið lut í kanningini, hava sagt frá, hvussu børnini bera seg at, og dreingirnir hava sjálvir greitt granskarunum frá, hvussu teir bera seg at, og hvat teir hugsa í sambandi við tað, teir spæla.

Suziedelyte hevur ikki funnið nakað prógv fyri, at tey ungu gerast harðligari móti øðrum eftir, at eitt nýtt, væl umtókt og harðligt spæl er komið á marknaðin.

Men foreldrini søgdu frá, at børnini høvdu lyndi til at oyðileggja lutir eftir, at tey høvdu spælt harðlig spøl.

– Mann eigur at geva gætur, at tað bara er fokus á harðskap og vreiði og ikki aðrar positivar og negativar avleiðingar av at spæla, siga Stian Overå, sosialantropologur, og Niri Talberg, námsfrøðingur.

Harðskapsspøl?

– Granskarin brúkar fyribrigdið “harðskapsspæl” rættiliga ókritiskt, sum um fyribrigdið í sjálvum sær hevur ein týdning, sum er alment góðkendur, siga Overå og Talberg.

Eitt einstakt spæl kann vanliga verða spælt upp á nógvar ymiskar mátar við einum ella fleiri spælarum. Mongdin og hvussu grafiskur harðskapurin er er ymiskt frá spæli til spæl. “Harðskapsspæl” verður tí eitt fyribrigdi við lítlum hugtaksligum virði, halda tey.  

– Tað kann verða samanborið við at tosa um “harðskapsbókmentir” og bólka bíbliuna, Harry Potter og bøkur eftir kendar krimihøvundar í sama tekstaslag.

Kortini er kanningin almennakunngjørd í einum tíðarriti, ið verður mett at vera fakliga gott. Overå og Talberg halda, at fitt av premissunum vera rættiliga ivasamar, men tey meta seg kortini vera samd í, at eru granskarar samdir um premissurnar, so mugu vit bara góðtaka hetta sum góða gransking.

Hevur aldursmarkið nakað at siga?

Vanligt er, at spøl, sum innihalda nógvan harðskap, fáa aldursmark. Aldursmørkini eru bara tilmæli og verða fatað sum vegleiðing. Tað er ikki ólógligt at keypa ella spæla spøl, sum eru aldursmett til 18 ár og eldri, hóast tú ert yngri.

– Hóast vit halda, at spøl, har harðskapur er týðandi innihald, er ein fólkaheilsutrupulleiki, er tað skilagott at halda, at børn ikki eiga at spæl spøl, har harðskapurin er nógvur, tí tað kann vera við til at ræða tey og gera tey stúrin, siga Overå og Talberg.

Aldursásetingin snýr seg heldur ikki bara um harðskapsinnihaldið í spølunum, men eisini um spælini innihalda kynslív, ógvisligt tos, at vera fyri mismuni, gambling og møguleika fyri at keypa spøl á netinum.

Í eini nýggjari kanning svara tríggir dreingir og ein genta av tíggju í aldrinum 9-10 ár, at tey hava spælt spøl, har aldursmarkið er 18 ár. Dømi um spøl eru Grand Theft Auto (GTA), Call of Duty (CoD) og Counter Strike (CS).

Mann hevur góða orsøk at halda, at færri foreldur høvdu givið børnunum sínum loyvi at spælt hesi spølini, um tey kendu tey betur.

Ein góð regla er altíð at kanna spølini væl og meta um tey eru hóskandi, áðrenn mann letur barnið spæla tað, halda Overå og Talberg.

Spølini verða ofta syndabukkar

Tá ið granskarar áður hava kannað harðskap og harðskapskenda atferð, eru teir mangan komnir eftir, at tað er vanligt at síggja eina øking í vreiði beint eftir, at børnini hava spælt. Men vreiði og harðlig atferð er ikki tað sama.

Onnur gransking hevur víst á familjudynamikk, sálarheilsu, kyn, ílegur og persónseyðkenni sum faktorar, ið kunnu ávirka vreiði og harðskap.

Í nógvum pørtum av heiminum er harðskapskriminalitetur millum ung minkað í tali við tíðini, um somu tíð sum telduspæl eru vorðin betur og betur umtókt, og harðskapurin í spølum meiri og meiri veruleikakendur, siga Overå og Talberg.

– Tað prógvar í sjálvum sær ikki, at telduspæl elva til færri brotsverk, men einstakir granskarar vísa á, at telduspøl hava við sær, at nógv ung brúka meiri tíð heima nú enn áður, og á tann hátt taka tey seg burtur frá umhvørvi og virksemi, sum hava samband við trupla atferð og harðskap, siga tey.

Vit hava ofta lyndi til at leita eftir einføldum svarum og frágreiðingum, og tað er eingin ivi um, at telduspøl í nógvum førum eru vorðin ein syndabukkur, tá ið okkurt syrgiligt hendir í samfelagnum. Harðskapskriminaliteturin í USA er væl hægri enn í Japan og Suðurkorea, har spælmentanin er nógv hægri. Kortini hava nógvir politikarar í USA lyndi til heldur at bannlýsa spøl enn at tosa um vápnalógina, siga Overå og Talberg.

Summar kanningar vísa á, at persónar, sum hava staðið aftan fyri skúlaskjótingar, í minni mun dámar harðskapsspøl. At skjóta í skúlum er tíbetur ikki vanligt, og tí skal meiri vitan til at tosa um vandafaktorar, sum gera seg galdandi, tá ið talan er um kriminalitet sum heild.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni