Tíðindi
16.02.2017
Tað staðfestir Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.
- Í løtuni hava vit beint niðanfyri 3.100 næmingar í skúlunum í kommununi, og vit eiga beint niðanfyri 3.000 teldur og teldlar í skúlunum.
So her er okkurt sum bendir á, at lærararnir og onnur starvsfólk brúka sín part av øllum hesum teldunum og teldlunum, men hetta ljóðar sambært Sigurði næstan sum prinsippið 1:1. Men her skal so sigast, at Skúlin á Fløtum eigur ein lutfalsliga stóran part, umleið 1300 av øllum maskinunum.
Á sumri í 2015 samtykti Tórshavnar býráð sum eina roynd at geva samanlagda Skúlanum á Fløtum eina teldueind fyri hvønn næming og hvønn lærara, tí at fyrrverandi Kommunuskúlin hevði havt tað áðrenn samanleggingina við Venjingarskúlan undir felagsheitinum, Skúlin á Fløtum. Hildið varð, at tað kundi tykjast løgið at leggja tveir skúlar saman, og so vóru tvey ymisk støði, og so var at fara annan vegin.
Í tí sambandinum setti býráðið sum treyt, at avvarðandi myndugleikar skuldu eftirmeta, hvat hetta kundi bera í sær.
- Vit fingu nakrar hundrað iPaddar til vega í tí umfarinum. Var tá nakað heilt serligt, sigur Sigurð Ó. Vang.
Vár í Ólavstovu og Erla Olsen, adjunktar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, gjørdu eftirmetingina í 2016 í samstarvi við Tórshavnar kommunu og skúlarnar. Í Tórshavnar kommunu kannaðu tey vanar og brúk í sambandi við teldunýtslu í Skúlanum á Fløtum, og tey brúktu so Skúlan við Løgmannabreyt og annan skúla til at samanbera við. Kanningin varð løgt fram alment fyrr í ár.
Tað er rættiliga ymiskt, hvat tey fáa burturúr telduroyndini, alt eftir aldri, øki og breytum. Tað snýr seg eisini lutvíst um læraraførleikar, og hvat er til av tilfari at brúka í telduhøpi.
Tórshavnar kommuna skal eisini í næstum taka støðu til eina KT-strategi fyri fólkaskúlarnar í kommununi. Arbeitt hevur verið saman við skúlaleiðslum og KT-vørðum um evnið, og uppskot um frágreiðing og tilmæli er í løtuni til hoyringar hjá skúlastýrunum inntil mars mánað nú í vár. Frágreiðingin fer síðan til politiska viðgerð. Henda strategi viðger m.a. alt hetta við teldunum og teldnunum. Kommununum skal millum annað taka støðu til meginreglur fyri, hvussu nógv skal vera í skúlunum av teldutøkni.
Samanumtikið kann eitt úrslit vera, at ein skúli setur sína kós við mongum teldlum, talding o.ø. og færri bókum. Hvat úrslitið enn verður, skal kommunan gera av, hvussu nógv hon vil játta av peningi til teir einstøku skúlarnar, og hvussu verður raðfest verður í hvørjum einstøkum føri.
Kommunan fordeilir ein rakstrarlykil til skúlarnar í býnum, og hesin lykil leggur ikki upp fyri, um skúlarnir vilja vera meira og minni talgildir.
Men eitt er vist, og tað er – sambært Sigurði Ó. Vang, mentamálaleiðara hjá Tórshavnar kommunu, at kommunan er ein talgildshugað kommuna, tó ikki bara fyri talgildisins skyld, tí tað skal tæna einum endamáli.
Lagt verður umframt upp fyri, at fólk duga generelt ikki serliga væl klassiska blindskrift, og skulu vit hava ein meiri talgildan skúla, er blindskrift ein neyðug treyt.
So blindskrift skal lærast akkurát sum í gomlum døgum, tá ið kontórfólk lærdu blindskrift við – orsaka – kolfýrdum skrivimaskinum. Tað tekur 20 til 40 tímar at læra blindskrift við miðvísari undirvísing.
Tað er ið hvussu so er eingin sum helst meining í at sita við hvør sínari teldu og ikki duga at brúka tastaturið.
Myndin:
Ein talgildur skúli krevur, at næmingarnir m.a. læra blindskrift fyri at fáa tað optimala burturúr teldum og teldlum
Tekstur og mynd: Sonne Smith