Tíðindi

Telda og sjónvarp ringa ávirkan á lesihugin

Hevur tú sjónvarp og teldu á kamarinum ávirkar tað, hvussu nógv bøkur tú lesur. Serliga teldan ávirkar lesihugin við tað, at av teimum, sum ikki hava teldu á kamarinum, lesa næsta dupult so nógv 10 bøkur ella fleiri um árið samanborið við tey, sum hava teldu á kamarinum

23.12.2016

Nógv børn hava teldu ella sjónvarp á kamarinum; tað avdúkar kanningin, Teldlanýtsla í fólkaskúlanum, ein eftirmeting, sum Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu, ið báðar eru adjunktar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri, hava staðið fyri. Í alt 1059 næmingar og lærarar hava tikið lut í kanningini. Næmingarnir ganga í trimum skúlum; skúlarnir eru ikki nevndir við navni; í kanningini eita teir S1, S2 og S3.

Meiri enn helmingurin av næmingunum í kanningini hevur antin teldu, sjónvarp ella bæði á kamarinum. 318 hava bæði teldu og sjónvarp, 199 hava einans teldu, og 202 hava bert sjónvarp. 268 hava hvørki teldu ella sjónvarp inni í kamarinum.

Hevur tú sjónvarp og teldu á kamarinum ávirkar tað, hvussu nógv bøkur tú lesur. Serliga teldan ávirkar lesihugin við tað, at av teimum, sum ikki hava teldu á kamarinum, lesa næsta dupult so nógv 10 bøkur ella fleiri um árið samanborið við tey, sum hava teldu á kamarinum. At hava sjónvarp ella teldu á kamarinum tykist hinvegin ikki at ávirka, hvussu nógvar filmir tey hyggja at.

55 prosent av næmingunum í S2 hava teldu inni á kamarinum; kanningin hevur ikki lagt upp fyri, um næmingarnir hava fatað henda spurningin eisini at umfata teldilin, ið møguliga er á kamarinum. Sambært yvirlitinum í frágreiðingini hava flest næmingar í hádeild teldu á kamarinum. Tá ið talan er um sjónvarp á kamarinum, eru tølini hægri fyri næmingarnar í innskúling og miðdeild samanborið við, tá ið talan er um teldu á kamarinum.

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu staðfesta í frágreiðingini, at teir næmingar, sum hava teldu og/ella sjónvarp á kamarinum, tykjast hava eina øðrvísi tilgongd til tíðindi og upplýsingar. Tey lesa minni føroysk bløð, bæði tá talan er um tíðindabløð og barnabløð. Hesin næmingar eru meiri positivt sinnaðir enn miðal (65%) at nýta teldil í undirvísingini, nevniliga ávikavist 67 % og 71 % og hava størri áhuga í at læra um, hvussu m.a. teldur virka enn tey, sum ikki hava teldu ella sjónvarp á kamarinum.

Í miðal hyggja børnini, sum hava tikið lut í kanningini, at næstan einum filmi um dagin, og tað gera tey á øllum floksstigum. Tey yngru børnini lesa fleiri bøkur enn tey eldru. Kanningin sigur tí einki um, hvørt bøkurnar hjá teimum yngru eru styttri enn tær hjá teimum eldru.

Spurd um hvussu nógvar bøkur tú lesur, sum ikki eru skúlating, til stuttleika ella av áhuga, svara tey, sum ganga í miðdeild, at tey lesa 1-4 bøkur um mánaðin og 10 ella fleiri um árið, og tey, sum ganga í hádeild, eina bók um mánaðin og 1-4 um árið. Tá ið talan er um film, sum ikki hevur samband við skúla, svara bæði næmingar í miðdeild og hádeild 1-4 film um vikuna og 5-9 um mánaðin.

Sum heild kann sigast, siga Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu í frágreiðingini, at tað tykist sum um, at tá leitað verður eftir tilfari til stuttleika ella av áhuga, so hevur miðilin flutt seg frá bókum til filmar. Hetta er bæði galdandi fyri næmingar og lærarar, sum øll hyggja at fleiri filmum enn lesa bøkur, tá talan er um slíkt, sum ikki verður álagt teimum. Talan er um eitt greitt paradigmuskifti, har tað siðvenjuliga var prentmiðilin, sum var tann berandi fyri vitanartilognan. Her er ein greið ábending um, at talgilda tøknin knýtir í tann veruleika, sum bæði lærarar og næmingar liva í uttan fyri skúlan og styrkir tørvin á, at undirvísingin í skúlanum innkorporerar talgildu miðlarnar og lærir næmingarnar at vera talgildar brúkarar á høgum stigi.

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu løgdu kanningina av teldlanýtsluni fram 15. desember; 195 næmingar í innskúlingini, 357 í miðdeild, 442 í hádeild og 65 lærarar tóku lut í kanningini. Kanningin vísir, at teldlarnir verða ikki nógv brúktir í undirvísingini, hóast bæði næmingar og lærarar eru fegnir um teldilin.

Sum grund undir kanningini og sniðgevingini av spurnablaðnum brúktu Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu OECD-frágreiðingina, Students Computers and Learning.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni