Tíðindi
30.09.2016
Í eini floksstovu, sum er væl útgjørd við teldum, brúka næmingarnir internetið sum amboð, tá ið teir arbeiða við skúlatingum. Á skíggjum síggjast kortini teir sosialu miðlarnir, hóast lærararnir royna at fáa næmingarnar at savna seg um uppgávurnar, teir skulu gera.
Úrslitið er strongd og órógvan í floksstovuni, bæði fyri næming og lærara.
Tað, næmingarnir uppliva, nevna granskarar motivasiónella tvístøðu. Hetta fyribrigdið hevur Eyvind Elstad, professari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo, hugt nærri at saman við øðrum útbúgvingargranskarum: Hvussu talgild amboð ganga út yvir hugsavnanina hjá norskum næmingum.
Tað, granskararnir eru komnir eftir, er, at norskir næmingar hava stórar avbjóðingar, tá ið talan er um sjálvdisiplin í lærustøðum við nýtslu av teldum og teldlum. Næmingarnir hava fakligar ambisjónir, og teir vilja avrika. Kortini koma teir í tvístøðu millum skúlaarbeiðið og hugin at vitja ikki-fakligar net-síður, sosialar miðlar ella spæla spøl her og nú, sigur Elstad.
- Freistingin at kekka Facebook ella kjatta í skúlatíðini kann gerast ov stór fyri summi, sigur hann.
Og lærararnir hava trupulleikar við at tálma trupulleikan.
- Tá ið lærararnir verða spurdir, hvussu teir megna at hava disiplin í eini floksstovu við 25 næmingum, sum allir hava hvør sína teldu, so siga teir flestu, at teir megna tað ikki serliga væl.
Hann heldur, at tá ið so stór orka er løgd í at gera talgildu miðlarnar atkomuligar sum amboð í skúlanum seinnu árini, tørvar okkum størri vitan um møguleikar og avmarkingar, sum hetta hevur við sær.
Munir í Norðurlondum
Granskingin vísir samanhang millum, hvussu talgildu miðlarnir eru atkomuligir í norskum og svenskum skúlum og hetta at uppliva motivasiónella tvístøðu. Men í finskum skúlum er ikki talan um somu tvístøðu. Elstad heldur, at frágreiðingin er, at í Finnlandi er undirvísingin meiri lærarastýrd og minni eyðkend av fríu nýtsluni hjá næmingunum av internetinum. Har er tað í stóran mun lærarin, sum nýtir talgildu amboðini í undirvísingini. Næmingarnir sleppa í minni mun framat, og lærararnir hava tí nógv størri tamarhald.
Hvat kann skúlin gera?
Í norskum skúlum, har næmingarnir hava fría nýtslu av internetinum, eru trupulleikar at seta mørk, og tað førir til motivasiónella tvístøðu. Elstad heldur, at lærarar og leiðslurnar eiga at hyggja nærri at, nær tað tænir undirvísingini og læringini at brúka talgildu amboðini í skúlanum.
Lesið alla greinina á: http://forskning.no/skole-og-utdanning-teknologi/2016/09/elevene-trenger-hjelp-grenser-foran-pcen