Tíðindi
22.02.2022
Vit mennast í tryggum og góðum umstøðum; tá ið vit eru í fólkaskúlanum í níggju ár av okkara barna- og ungdómsárum, so er minsta krav, at vit eru einum tryggum og góðum umhvørvi í skúlanum.
Skúlatíðin er ein stórur partur av okkara uppvøkstri og er við til at mynda okkara lívsleið. Tá ið vit eru sjey ár, leiða foreldrini okkum í skúlan, og níggju ella tíggju ár seinni ganga vit sjálv heim. Sjálvandi er hvør skúladagur ikki ein dansur á rósum, men hóast tað, so eiga børn og ung at kenna seg trygg í skúlanum. Flestu okkara minnast eisini okkara skúlatíð sum góða og trygga.
Tíverri eru tað nøkur, ið ikki hava góð minni frá síni skúlatíð. Hvønn møguleika høvdu hesi børnini, ið vóru bundin at vera í skúlanum, har tey kendu seg ótrygg og trivust illa? Vit eiga at taka hesar frásagnirnar í stórum álvara. Vit kunnu altíð gera skúlan betri, og sjálvt um tað ikki ber til at laga umstøðurnar til tørvin hjá hvørjum einstøkum barni, so skulu øll børn kenna seg trygg í skúlanum.
Vit eiga eisini at hava skipanir, ið verja næmingarnar, og her er lógaruppskotið um barnaváttanir ein liður. Tað er upp á tíðina, at krav verður sett um barnaváttan, so at øll starvsfólk, sum arbeiða innan fyri barna- og ungdómsøkið, skulu lata eina barnaváttan.
Tað er gott, at løgtingið vil seta krav um barnaváttan, tí tað er eitt greitt tekin um, at hevur tú gjørt teg inn á børn, so fært tú ikki eitt starv, har tú hevur ábyrgdina av børnum. Kravið um barnaváttan er ein hjálp, men tað kann eisini geva eina skeiva fatan av, at eingi starvsfólk, sum arbeiða innan fyri barna- og ungdómsøkið, hava gjørt seg kynsliga inn á børn, tí veruleikin er tíverri, at persónar, sum gera seg kynsliga inn á børn, sjáldan verða dømdir fyri síni misbrot. Tí nyttar lítið, um barnaváttanin stendur einsamøll.
Vit eiga eisini at skipa fyri einum átaki, sum upplýsir børn um kynsliga atferð og lærir tey at kenna mørkini fyri, hvat ein natúrligur og góðtikin kynsligur atburður er. Eitt slíkt upplýsingarátak eigur at verða sett í verk, samstundis sum ein lóg um barnaváttanir verður samtykt, um tað skal fáa veruliga ávirkan.
Tað verður upplýst í skúlanum um kynslig mørk, og upplýsingin hjálpir nøkrum børnum. Lærarin, flokslærarin og heilsufrøðingurin eiga hvør sín part í hesum. Felagsskapurin KRIS vitjar eisini skúlarnar, har tey m.a. fortelja frá síni søgu. Tað er gott hjá næmingunum at hoyra frásagnir frá fólki, ið sjálv hava upplivað at verða misnýtt kynsliga sum børn, og tað eru dømi næmingar, ið hava sagt frá síni støðu aftan á eina vitjan frá KRIS. Tá ið tey hoyra, at tað eru onnur sum tey, gevur tað dirvi at siga frá.
Barnaváttanin fer at tryggja, at tey, ið eru dømd fyri at misnýta børn kynsliga, ikki fáa starv innan fyri barna- og ungdómsøkið, men tað er ikki ein nóg góð verja, tí at eingi børn skulu verða misnýtt kynsliga. Kanningin hjá Almannamálaráðnum í 2021 um harðskap og kynsligan ágang vísti greitt, at tað eru mong, ið hava verið misnýtt kynsliga sum børn, og at hetta fylgir teimum alt lívið. Tí er eisini neyðugt, at vit upplýsa børn og ung um, hvat natúrligur og góðtikin kynsligur atburður er, og læra tey at seta mørk og siga frá. Tí vit eiga at verja børnini ímóti at verða kynslig misnýtt, ikki bara av starvsfólkum, men allastaðni í samfelagnum.
Oddagrein í Skúlablað nr 1, 2022, sum kemur í morgin.