Tíðindi

Tað kreativa á ongan hátt við sviðusoð

At kreativa breytin verður niðurløgd, merkir ikki, at tað kreativa fær minni rúm, tíð og raðfesting í læraraútbúgvingini, sigur Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini. - Við nýggju skipanini fara vit oftari at kunna bjóða linjuhold í teimum smáu lærugreinunum í fólkaskúlanum t.e. lærugreinir, sum hava fáar tímar í vikutímatalvui, harímillum teimum kreativu lærugreinunum, og tí fær tað kreativa betri umstøður samanborið við skipanina, sum er nú.

28.02.2017

Kreativa breytin, sum hevur verið ein breyt, læraralesandi hava kunnað valt fýra tey seinastu árini, verður frá komandi skúlaári niðurløgd, og í staðin skulu læraralesandi velja eina triðju linjulærugrein. Í seinastuni hevur nógv verið frammi um hetta í miðlunum, og sum tað hevur verið lagt fram, so verða kreativu lærugreinirnar og tað at arbeiða kreativt í framtíðini við sviðusoð. Men soleiðis er ikki sambært Janusi Jensen, dekani á á Námsvísindadeildini.
- Kreativitetur er ikki eitt hugtak, sum tú bara kanst binda til eina lærugrein; kreativitetur skal rúmast í øllum lærugreinum og skeiðum, sum vit bjóða út, bæði tá talan eru um linjugreinar og um skeið í pedgogisku lærugreinunum. Nevnast kann t.d. at eitt av skeiðunum í námsfrøði snýr seg um skapandi læru. Sama hvør lærugreinin er, so eigur tú at hugsa tað kreativa inn í undirvísingina.

Í januar og februar arbeiddu tey lesandi, sum hava valt kreativu breytina, við sjónleikinum, Grumma Grimhild, sum tey spældu fyri fullsettari læraraskúlahøll fleiri ferðir. 22 lesandi settu leikin upp, evnaðu búnar, gjørdu ljóð og ljós umframt alt rundan um leikin. Tónleikin skrivaðu tey eisini, og fleiri teirra spældu ljóðføri. Á henda hátt sluppu tey at fordjúpa seg í einari kreativari tilgongd, frá byrjan til enda.
- Tað er rætt, at við kreativu breytini hava tey lesandi fingið møguleika í tvær tríggjar vikur at arbeitt við eini verkætlan, sum var ein sjónleikur, men tað sleppa læraralesandi eisini í framtíðini, og tað hava læraralesandi altíð sloppið. Vit hava drúgva siðvenju, har lesandi hava sett leik upp og staðið fyri øllum, sum er knýtt at einum leiki. Í framtíðini verður tað bara soleiðis, at í staðin fyri at vera partur av kreativu breytini, kann slík verkætlan vera skipað sum tvørlærugreinalig verkætlan, til dømis í handarbeiði, smíð og evning. Vit hava ongar ætlanir um, at sjónleikur og drama skulu fáa minni pláss.

Orsøkin til, at kreativa breytin verður tikin av, er, at tað leingi hevur verið eitt ynski, at læraralesandi koma út við trimum linjugreinum í staðin fyri tveimum, sum skipanin hevur verið higartil.
- Tá ið ein nýklaktur lærari situr yvir av einum skúlastjóra í eini setanarsamrøðu, er umráðandi at kunna vísa á, hvørjar linjugreinir, tú hevur. Skúlastjórin spyr ikki, hvørja breyt tú hevur havt. Ein triðja linjulærugrein fer at gera møguleikarnar hjá teimum lesandi at fáa starv væl betri, halda vit. Tá ið teir fyrstu lærararnir, sum eru útbúnir eftir bachelorskipanini, vóru lidnir í 2012, fóru vit beinanvegin undir at eftirmeta útbúgvingina, bæði saman við læraralesandi og øðrum pørtum av útbúgvingarskipanini. Úrslitið av eftirmetingini gjørdist, at læraralesandi, sum byrjaðu í august 2016, ganga eftir einari nýggjari skipan. Sambært hesari eru breytirnar strikaðar. Høvuðstættirnir í nýggju skipanini eru, at øll læraralesandi skulu hava grundfak í støddfrøði og føroyskum. Aftrat hesum fá tey eina linjugrein aftrat og koma sostatt út við trimum í staðin fyri við tveimum linjugreinum sum fyrr. Partur av nýggju skipanini er eisini, at pedagogisku fakini verða styrkt umframt at starvsvenjingartíðarskeiðini verða longri.

Nýggja skipanin fer eisini at gera tað møguligt at kunna bjóða linjuhold í kreativu lærugreinunum so sum myndlist, smíð, handarbeiði, evning og tónleikur nógv títtari av tí, at lesandi úr fleiri árgangum kunnu vera á sama linjuholdi.; í nýggju skipanini skulu lesandi longu fyrsta árið seta ynski fram um linjugreinar.
- Tá vit vita hetta longu fyrsta árið, so hava vit betri umstøður at leggja holdini til rættis og bjóða lesandi eitt meira fjøltáttað útboð av linjugreinum. Við øðrum orðum kunnu vit oftari gera hold í teimum smærru linjufakunum. Sum tað hevur verið, hava lesandi aftrað seg at valt tær smærru lærugreinirnar, av tí at ov fá velja tær og at tær tessvegna ikki verða settar í verk. At vit í framtíðini oftari kunnu bjóða hold í teimum smáu lærugreinunum, millum annað í teimum kreativu lærugreinunum, merkir sostatt, at tað kreativa fær betri umstøður samanborið við skipanina, sum hevur verið galdandi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni