Tíðindi

Tað er í samskifti við onnur, at tú fært eyga á øðrvísi undirvísingarhættir

Hevur tú ikki aðrar lærarar at tosa og samskifta við um skúla, skúlaskap og undirvísing, er stórur vandi fyri, at tú brennur út og undirvísingin verður ein endurtøka upp í saman, tí “soleiðis hava vit altíð gjørt”. Tað sigur Eyðdis Eidesgaard, sum hevur fleiri enn 40 ára starvsroyndir í skúla- og undirvísingarverkinum.

31.10.2024

Hon heldur, at Tað hevur gagnað, tá ið toymini vunnu seg fram í skúlum og í flokshølum kring landið. Tað heldur Eyðdis Eidesgaard, sum hevur verið bæði lærari og skúlastjóri. Hon hevur eisini starvast sum fulltrúi í Undirvísingarstýrinum í fimm ár.

- Sum lærari ert tú ofta einsamøll ella einsamallur í einum flokki. Hevur tú ikki aðrar lærarar at tosa og samskifta við um skúla, skúlaskap og undirvísing, er stórur vandi fyri, at tú brennur út og undirvísingin verður ein endurtøka upp í saman, tí “soleiðis hava vit altíð gjørt”. Og tað kann steðga og forða menningini. Tað er í samskiftinum við onnur, at tú fært tey góðu hugskotini og fært eyga á nýggjar, øðrvísi og spennandi undirvísingarhættir og møguleikar, sigur hon.

Eyðdis Eidesgaard tók við sum skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn hin 1. januar í 1999. Tá hevði hon verið lærari í Venjingarskúlanum í næstan 17 ár.

Í Venjingarskúlanum, sum bar orð fyri at vera slóðbrótandi og hugsa nýggjar tankar, hevði Eyðdis góðar royndir við at arbeiða í toymi. Tað var ikki so vanligt annars um tað mundið, men góðu royndirnar tók Eyðdis við sær og fór so líðandi undir tilgongdina at broyta mynstrini í Eysturskúlanum.

- Tað hóvaði ikki øllum, og onkur mótmælti. Men so líðandi vann broytingin størri undirtøku, og eg eri ikki í iva um, at tað hevur ment skúlan og lærararnar, sigur Eyðdis Eidesgaard.

Hon viðgongur, at tað var ikki bara sum at siga tað at broyta siðvenjur, tí Eysturskúlin er ein stórur skúli og ein stór organisatión.

- Tað tekur drúgva tíð at broyta siðvenjur og eitt grundleggjandi mynstur. Men tað er uppgávan hjá leiðsluni at hoyra ymsu sjónarmiðini og samstundis kveikja og sannføra lærararnar um, at nýggja kósin er tann rætta, sigur Eyðdis Eidesgaard.

Eyðdis Eidesgaard er ættað av Tvøroyri og varð útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í Havn á sumri í 1982. Lærarayrkið er ikki ókent í familjuni. Pápin var lærari og brøðurnir tað sama.

- Tá eg á ungum árum skuldi velja yrkisleið, var eg sannførd um og vís í, at lærari skuldi eg ikki vera. Men har endaði eg kortini. Um eg í dag skuldi valt umaftur, hevði eg valt júst somu leið, tí lærarayrkið er so týðandi, fjølbroytt og spennandi, sigur hon.

Men hvønn týdning leggur Eyðdis Eidesgaard í orðingina, at lærarayrkið er týðandi?

- Sum lærari kanst tú ávirka og gera stóran mun í lívinum hjá børnum, og tað hevur altíð verið drívmegin í mínum yrki, sigur hon. 

Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2024.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni