Tíðindi

Tað er trupult at síggja, hvørji børn og ung eru einsamøll

Nýggj donsk tøl vísa, at í hvørjum einasta skúlaflokki situr ein genta ella drongur, ella fleiri, sum eru einsamøll og hava ongan at vera saman við í frítíðini.

22.06.2016

Hóast tað mangan er týðiligt og sjónligt, tá ið børn verða hildin uttan fyri ein felagsskap, so kann tað vera ein avbjóðing hjá læraranum at síggja, hvørji børn eru einsamøll og ongan hava at vera saman við, ásannar Suni Poulsen, sálarfrøðingur.
- Tað kann vera ringt hjá einum lærara at vita, at næmingarnir, hann er flokslærari hjá, lata vera við at bjóða einum ávísum floksfelaga við, tá ið teir hittast eftir skúlatíð til eitthvørt. At vænta og krevja av næmingunum, at tey duga at fáa øll við upp í felagsskapin, eisini tey, sum halda seg aftur, ber ikki til uttan tilvitaðar lærarar, sum eru greiðir í sínum leikluti. Samstundis er tað eisini nógv at vænta og krevja av læraranum. Tað verður kravt nógv av læraranum í dag, og tað tykist, sum krøvini bara vinda upp á seg og gerast fleiri og fleiri. Men vit koma ikki uttanum, at lærarar eiga at hava eyguni við, hvussu næmingarnir trívast.

Suni Poulsen greinar einsemi sundur í tvey: sosialt ella fysiskt einsemi og sálarfrøðiligt einsemi. Sosialt ella fysiskt einsemi rakar fólk, sum hava lítið samband við onnur; tey verða ikki boðin við, tá ið floksfelagarnir skipa fyri onkrum stuttligum, eingin spyr til teirra, og tey halda seg sjálv aftur at taka lut; tey verða onkursvegna útihýst, og orsøkin er bæði tey sjálv og hini.
- Hetta slagið av einsemi kann í prinsippinum vera eitt slag av happing. Meiri tú arbeiðir við happing, meiri kavar tú niður í smálutirnar. Ein bólkur, sum er sosialt tilvitaður, ger sær ómak at fáa øll við upp í felagsskapin, og tað inniber eisini tey, sum at síggja tit halda seg eitt sindur fyri seg sjálv.

Sálarfrøðiligt einsemi er, tá ið tú ikki sært á fólki, at tey eru einsamøll. Tey fylgjast við øðrum, eru saman við øðrum, men stórur partur av teirra innara lívi verður aldri deilt við onnur.
- Tú kanst saktans vera millum nógv fólk og kortini vera púra avbyrgdur úr felagsskapinum. Tú kanst kenna teg fremmandan millum tey, tú ert saman við hvønn dag. Kenslurnar og tankarnar, tú gongur við, dugir tú ikki at seta orð á yvir fyri nøkrum, tú kennir. Tú veitst ikki, um tað bara er tú, sum hevur tað á henda hátt, ella um onnur eru í somu støðu. Tað eru eisini børn, sum trívast við at vera einsamøll, men eg vildi mett, at tey flestu vilja vera í einum felagsskapi við onnur. Eingin livir í einum vakuumi; tey allarflestu hava samband við onkran, um ikki vinir, so familju.

Einsemi er ógvuliga ósunt upp á allar mátar. Suni Poulsen sammetir einsemi við eitur.
- Teimum flestu dámar at vera sosial og hava tørv á tí. Missa fólk sambandið við fólk, sum tey hava havt tætt samband við, kanska við deyða ella flyting, so reagerar kroppurin upp á tað, og tað ber til at máta. Tí er einsemi ein stórur trupulleiki fyri tey, sum verða rakt av tí.

Lesið samrøðu við Suna Poulsen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni