Tíðindi
23.08.2022
Tann góði lærarin brennir av heilum huga og hjarta fyri sínum yrki, sínum næmingum og teimum lærugreinum hann undirvísir í. Og so skal lærarin tíma væl og leggja alla orku í yrkið. Annars kann alt gera tað sama.
Tað heldur Hervør Jørgensen, sum er ein av royndastu lærarunum í Skúlanum á Giljanesi.
- Bæði lærari og næmingar fáa munandi meira burturúr, um lærarin brennir fyri sakini og heldur lærugreinina hava týdning. Og so ger tað sjálvandi einki, um lærarin dugir at gera undirvísingina spennandi og viðkomandi fyri næmingarnar, sigur hon.
Tað verður javnan tosað um, hvussu stóra ávirkan tað hevur fyri skúlagongdina, at lærarin hevur eyga fyri barninum og dugir at finna einstaka næmingin, har hann ella hon er, og fær næmingin at trívast og kenna seg væl í skúlanum.
Hesum tekur Hervør Jørgensen fult undir við. Men hon heldur samstundis, at tað hevur líka so stóran týdning, at skúlaleiðslurnar hugsa um læraran, tí trivnaður er eins umráðandi fyri læraran og næmingin, vísir hon á.
Hon heldur, at tað kann gera meira skaða enn gagn, um ein lærari fær álagt at undirvísa í eini lærugrein, ið hann ella hon als ikki brennir fyri, tí tað drepur áhugan og kann gera óbótaligan skaða.
- Eg havi sjálv roynt tað og verið í støðuni. Tað var ein ógvuliga keðilig kensla, ið tók alla orku og gleði burtur. Eg kendi meg ótrygga og ikki at hava fast undir fótum. Tað dámdi mær illa, sigur Hervør Jørgensen, sum í dag burturav undirvísir í lærugreinum, ið henni dámar, og sum hon hevur innlit í. Hon undirvísir næmingum í 7., 9., og í 10. flokki í føroyskum, evning og í kristni.
Tað var danski gudfrøðingurin og heimspekingurin K.E. Løgstrup (1905-1981), sum segði, at vit halda altíð lívinum hjá einum øðrum menniskja í okkara hondum.
Hervør Jørgensen heldur, at lærarin, um nakar, man kenna seg aftur í hesum orðum, tí hann kann hava ovurstóra ávirkan á lívið hjá einstaka næminginum. Stundum kann lærarin vera avgerandi fyri, um barnið fótar sær í skúlanum. Tað hvílir tí stór ábyrgd á herðum lærarans, men hinvegin er eingin kensla so góð, sum tá tað lukkast at fáa næmingarnar væl ígjøgnum skúlan, heldur hon.
Spurningurin er so, hvørji amboð ella góð ráð eru til at taka, skal tað eydnast.
Hervør Jørgensen heldur seg ígjøgnum eitt langt lív í yrkinum sum lærari hava grund til at halda, at umsorgan, góður trivnaður og viðurkennandi atburður eru millum størstu orsøkirnar til eina góða og væleydnaða skúlagongd hjá barninum. Tí er tað av týdningi, at lærarin gáar eftir skylduni at vera tilvitaður um hesar orsøkir, heldur hon.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022, sum júst er komið.