Tíðindi
19.11.2024
Í hesum døgum verða eini 15.000 jólakort koyrd út í skúlarnar til teir mongu næmingarnar í fólkaskúlanum. Næmingatalið í fólkaskúlanum hetta skúlaárið er oman fyri 7000.
- Hetta átakið er teamwork ella samstarv, sum vil nakað. Eg eri bilsin yvir, at tað, sum byrjaði sum eitt lítið hugskot, rakar okkara kensluliga DNA so væl. Eg havi sjálvur altíð skrivað jólakort, eini 100 kort á hvørjum ári. Eg plagi at keypa kort frá National Gallary í London. Bretar hava drúgva siðvenju at senda handskrivað kort til páskir og jólar, og tey gera nógv burtur úr at hava flott kort. Tað er kostnaðarmikið at senda jólakort í dag. Tá ið eg so nevndi hetta hugskotið, at næmingar skriva jólakort, fyri fyrrverandi stjóranum í Posta, so var hann við upp á alt fyri, at kortini skulu verða send ókeypis. Og síðan komu onnur við, Lærarafelagið, Føroyar lesa og Føroyaprent, sigur Jóhan Mortensen.
Siðvenjan at skriva kort er óivað ymisk ymsastaðni. Sjálvur hevur Jóhan Mortensen havt tann vanan at skriva niður nøvn á teimum ígjøgnum árið, sum hann ætlar at senda eina heilsan til jóla.
- Hevur onkur gjørt mær eina tænastu, so havi eg noterað navnið á viðkomandi niður, og til jóla hevur viðkomandi fingið eina heilsan frá mær. Á henda hátt kann eg gleða viðkomandi aftur. Summi fólk havi eg sent jólaheilsan í nógv ár, og somuleiðis fái eg á hvørjum ári frá fleiri, har tey greiða frá øllum tí, sum er hent síðan seinast, tey skrivaðu.
At skriva jólakort er partur av eini mentan, sum nógv okkara eru vaksin upp við, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn.
- Vit eru so fjarskotin, so tað er drúgv siðvenja í Føroyum at skriva til teirra, vit kenna uttanlands, og at fáa kort frá teimum, vit kenna. Eg minnist sum barn at hava fingið jólakort frá familju uttanlands. Tað ger einki, um vit hála tað fram aftur frá farnari tíð, sum er gott – tað tætta sambandið heldur enn hesa tøknina, sum vit kenna so væl í dag. Tá ið eg hoyrdi um hetta hugskotið, hugsaði eg alt fyri eitt, at hetta er gott og hugnaligt átak, og tað er gott at læra børn og ung í dag. Og børnini tíma hetta væl. Í einum flokki, sum eg hevði í farnu viku, hugnaðu næmingar í 9. flokki seg við at skriva. Nógv kendu einki til at skriva jólakort, so eg fekk høvi at siga eitt sindur frá siðvenjuni at skriva jólakort. Tað eydnaðist so væl; serliga dreingir, sum kanska hava ilt við at orða seg og skriva, stuttleikaðu sær óført, óivað tí tað at skriva eitt jólakort er stuttur, neyvur tekstur, og tú gert sjálv ella sjálvur av, hvønn tú sendir til. Ein frí uppgáva. Eg ivist onga løtu í, at tað er nógv læring í hesum; tú lærir at orða teg á skrift og at hugsa, hvussu tú ynskir onkrum, tú kennir væl, gleðilig jól.
Tað eru Sigmundur Pólsson og Tóki Poulsen, sum hava gjørt filmin, ið lýsir átakið, Vit skriva jólakort. Teir ganga á filmsbreytini á Nám X. Áðrenn teir fóru undir uppgávuna, fingu teir at vita, hvat filmurin skuldi lýsa.
- Vit settu okkum niður at tosa um, hvat skuldi vera við, og so høvdu vit vitlíki til hjálpar. Vit hava brúkt einar 20 tímar til filmin – frá hugskoti til lidnan film. Tað hevur verið eitt sindur strævið, men tað hevur verið stuttligt, og vit hava lært øgiliga nógv.
Tað er ikki fremmand fyri teir báðar at skriva jólakort, og báðir minnast, at tað var stuttligt.
Á myndini eru Sigmundur Pólsson og Tóki Poulsen