Tíðindi

Tað er keðiligt at keða seg

Í eini kanning, sum danska DCUM hevur staðið fyri, koma 40 næmingar í 8. og 9. flokki í Danmark til orðanna í spurninginum, hví mann keðir seg í skúlanum, hvat mann ger, tá ið mann keðir seg, og hví vit ikki tosa um tað at keða seg í skúlanum

06.04.2017

Næmingar keða seg, um teir halda, at undirvísingin er ov torfør, men eisini um hon er um lætt. Keðsemi kemur eisini fyri, um undirvíst verður um eitt evni, sum ikki hevur áhuga hjá næminginum, ella um tað ikki er greitt, hví undirvíst verður í evninum. Klassiski spurningur er: ”Hvat skal eg brúka hatta til?”

Tað eru bæði skúlahugaðir og minni skúlahugaðir næmingar, sum keða seg, og bæði gentur og dreingir.

Tá ið keðsemi rakar, flýggja næmingar inn í telduspøl, sosialu miðlarnar ella við at tosa við tann, sum situr undir liðini. Kanningin hjá DCUM avdúkar, at tað er ringt at tosa um tað at keða seg í flokkinum; ein grund er, at næmingarnir ikki tora, tí so verða teir ikki so væl sæddir í eygunum á læraranum, og ein onnur er, at teir vilja ikki særa læraran.

Álitið vísir, at keðsemið í størri og minni mun elvir til, at næmingarnir ikki taka lut í undirvísingini og harvið fær tað neiligar avleiðingar fyri møguleikarnar hjá næmingunum at læra.

Í landsumfatandi trivnaðarkanningini í 2015 kom fram, at meiri enn fjórði hvør næmingur í danska fólkaskúlanum heldur, at undirvísingin er keðilig. Umleið 26 prosent hildu, at undirvísingin ”ógvuliga ofta” ella ”ofta” var keðilig. Hægri floksstigi næmingurin gekk á, meiri keddi hann seg. Í fjórða flokki var talan um 17 prosent, meðan tað í 9. flokki var talan um 34 prosent, sum keddu seg.

Eftir at hetta er komið fram, hava nógv víst á, at tað er umráðandi at varpa ljós á keðsemi í skúlanum, tí ein næmingurin, sum keðir seg, lærir minni og verri enn ein eldhugaður næmingur. Um somu tíð vita vita, at keðir tú teg yvir eitt langt tíðarskeið, brúkar tú ikki teir karmar og førleikar, tú hevur til taks.

Í álitinum, sum er skrivað út frá kanningini, hava næmingar nøkur tilmæli um, hvussu keðsemi kanst komast til lívs.

DCUM stendur fyri Dansk Center for Undervisningsmiljø.

Til ber at lesa kanningina og álitið her: http://dcum.dk/media/1315/dcum-rapport-det-er-kedeligt-at-kede-sigfinal.pdf


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni