Tíðindi

Tað er einki kvikkfiks

Tað er sera gott, at trivnaðarkanningar verða gjørdar við jøvnum millumbili, men skulu vit fáa nakað munagott burtur úr teimum, so eiga tær at verða hægri raðfestar við størri orku, og vit eiga at gera neyvari og kompleksari greiningar. Tað heldur Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi.

05.09.2024

At venda gongdini, tá ið talan er um trivnað í fólkaskúlanum, er ein ovurhonds stór uppgáva, og hon verður ikki minni, tá ið vit vita, at tað at arbeiða við skúlamentan er drúgt arbeiði, ið eigur at vera øgiliga miðvíst, um tað skal eydnast. Tóra Petersen, sum tók við starvinum sum trivnaðarráðgevi í Námi eftir næst seinastu trivnaðarkanning, sigur, at heldur myndugleikin, at hetta arbeiðið skal gerast, eigur tað at verða raðfest við orku og við at taka allar liðir og allar skipanir í skúlaverkinum uppí.

- Tað er einki kvikkfiks, og tað er ikki bara eitt átak ella ein loysn, men ein miðvís ætlan, eitt skipað arbeiði, nógv orka, høg raðfesting og eitt arbeiði, sum tekur tíð, men ikki minst dirvi at gera bygnaðarligar broytingar. Tað er ein avbjóðing at arbeiða miðvíst í skúlalandslagnum hjá okkum, tí vit hava bæði elalítlar skúlar og ógvuliga stórar skúlar.

Fólkaskúlarnir eru 39 í tali, og teir hava allir fingið hagtølini úr trivnaðarkanningini, sum viðvíkja teimum. Fremsta tilmælið í kanningini er, at trivnaðarráðgevin og námsfrøðiligi serfrøðingurin greina hagtølini saman við skúlunum, soleiðis at munadygg átøk kunnu verða sett í verk á staðnum.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki løtuverk. Hinvegin er tað ein sera stór uppgáva til tvey fólk at taka sær av. Tí valdu vit sum fyrsta stig at gera nakrar frymlar til skúlarnar at arbeiða út frá, soleiðis at teir kunnu gera sær sína egnu ætlan fyri hesum arbeiði, men at halda, at ein trivnaðarætlan einsamøll flytur nakað, er bláoygt. Vandin kann vera, at tað, sum vit á Námi stungu út í kortið, beint eftir at úrslitið av kanningini var alment, verður til eitt pseudoarbeiði – tað er, at skúlar hvør í sínum lagi gera tað, vit hava biðið teir, nevniliga arbeiða við frymlinum, vit hava givið teimum, og so endar tað í eini skuffu. Allir skúlar hava ørgrynnu av uppgávum sum er, so hesin vandin er ikki ósannlíkur.

Trivnaðarráðgevin samanber við laksasjúkuna ILA, sum aftur fór at gera vart við seg tíðliga í summar.

- Vit vita, at vit fáa ikki bilbugt við trupulleikan við at taka sjúka laksin úr einum ringi og so bara vóna, at tað er nóg mikið. Tað, sum skal til, er, at alt verður sett inn at fáa bilbugt við trupulleikan, um hann ikki skal vaksa so stóran, harumframt at alt verður gjørt at fyribyrgja, at trupulleikin spjaðir seg og so framvegis. Eins og allar skipanirnar arbeiða saman fyri at basa tí trupulleikanum, eiga allar skipanirnar á sama hátt at arbeiða saman um at skapa trivnað í skúlunum. Barnaverkætlanin, sum fýra ráð og Kommunufelagið hava sett í verk, og sum verður stjórnað í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, er nettupp eitt gott boð, og ein møguleiki fyri, at samstørv tvørtur um geirar og fakøki kunnu skapa nakrar betri loysnir, enn vit higartil hava megnað. Flestu skipanir, sum børn eru partur av, verða meiri og meiri samansettar og kompleksar. Skal ein avgerð takast viðvíkjandi menningini hjá einum barni, so eru nógvir partar og myndugleikar uppí.

Tóra Petersen heldur, at allir myndugleikar, sum hava við børn og ung at gera, eiga at taka úrslitið av trivnaðarkanningini í álvara.

- Vit hava tíverri ikki siðvenju ella eina mentan hjá okkum, sum er, at vit taka úrslit av kanningum í álvara og síðan seta inn at broyta viðurskifti, sum kanningar vísa á eiga at verða broytt. Siðvenjan at hugsa vísindaliga hevur enn ikki vunnið hevd hjá okkum, og vit hava lyndi at sáa iva um, hvørt kanningin er álítandi, um røttu spurningarnir verða settir og so framvegis. Hvussu vit broyta hesa mentanina, havi eg ikki svarið uppá, men eg tori at siga, at vit vinna lítið, um vit ikki øll leggja á annan bógv og samstundis ogna okkum dirvi at seta miðvíst inn og síðan eftirmeta. Vit kunnu ikki halda á ikki at taka kanningar og kanningarúrslit í álvara.

Les alla samrøðuna við Tóru Petersen í Skúlablað nr 4, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni