Tíðindi

Tað er altíð gott at vera fakliga stinnur

Fólkaskúlin leggur grundina, og tað tænir øllum, at fólkaskúlin hevur bestu umstøður, so at lærarin kann røkja sína uppgávu, og næmingarnir kunnu búnast í treysti til sín sjálvs, gerast virknir í felagsskapinum og ogna sær fakligar førleikar, sum kunnu hjálpa teimum á leiðini. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

21.08.2024

Uppgávurnar hjá fólkaskúlanum er nógvar, og tað er trupult at tosa um ein part, uttan at taka aðrar partar við, tí teir eru samantvinnaðir og lutir í eini størri heild. Tað slepst tó ikki undan at tosa um fakliga partin í fólkaskúlanum; tey níggju skúlaárini hava næmingarnir 12 ymiskar kravdar lærugreinar, og tá eru ítróttur og valfakini ikki tald við.

Fakligi parturin fyllir í skúladegnum, og enn sum áður eiga næmingar at lesa ávísar søgur í føroyskum, læra um Sigmund og Trónd og fronsku kollveltingina í søgu ella arbeiða við krossskipanini og prosentum í rokning. Um næmingunum lukkast at síggja fakliga samanhangin, ella teir halda lærugreinina vera spennandi, so fylgja hugurin og læringin við, og um næmingarnir eru forvitnir og læra, so eru eisini góð líkindi fyri at trívast.

Næmingarnir hava tørv á at ogna sær ávísar fakligar førleikar í skúlatíðini. Enn sum áður eiga tey at læra at lesa, skriva, rokna og at kenna til kunningarlærugreinarnar, men tíðin í dag setur eisini onnur krøv til næmingarnar, eitt nú, at tey skulu vera før fyri at taka støðu, siga frá síni hugsan og kenna til arbeiðshættir og hugsanarhættir.

Næmingar hava lætta atgongd til vitan, men samstundis er tað truplari enn áður at vita, um vitanin er eftirfarandi. Tað er lætt at leita á netinum ella spyrja vitlíki um ráð, men hetta setur stór krøv til, at tey duga at skyna á, at síggja samanhangirnar og at meta um. Fyri at gera metingarnar er tað ein fyrimunur at vera stinnur fakliga, at lesa raðið, kenna søguna og samtíðina og at rokna tað út, um mann so kann siga.

Í læraraskúlatíðini fingust vit við Rosenthal-effektina; at tað, sum lærarin væntar av einum næmingi, hevur ávirkan á úrtøkuna, sum næmingurin fær burtur úr undirvísingini, uttan mun til, um næmingurin er næmur ella hevur tungt við at fanga skúlavitanina. Næmingarnir eru deiliga ymiskir, og tað er munur á, hvussu lætt ella tungt tað fellur teimum læra at lesa og skriva, at læra eitt fremmant mál, at fáast við eitt handverk ella at skilja støddfrøðina, men øll eiga evnini at læra, og tí skulu vit hava væntanir til øll teirra og rokna við, at tey gera sítt besta.

Vit eiga at seta øllum næmingunum faklig krøv í øllum fakum, men tað eigur ikki at vera so, at allir næmingarnir fáa somu krøv. Nakrir næmingar koma lætt eftir fakligu samanhangunum, hesi mugu stuðlast, so skúladagurin verður avbjóðandi, hjá øðrum skal meira til at fáa gongd á lesingina ella skúlahugin, hesi skulu eisini møta krøvum, ið hóska til teirra, so tað ikki verður ov møtimikið. Um vit ikki seta næmingunum krøv og vænta av teimum, at tey blíva stinn fakliga, so er stutt til líkasæluna, og tá eru eingi líkindi fyri, at næmingurin kann læra ella trívist í skúlanum.

Børn eru forvitin, og allir næmingarnir eiga evnini at læra, tí skulu vit hava væntanir og seta faklig krøv til allar næmingar. Sjálvandi koma allir næmingar ikki á sama stig í øllum lutum, men tey eru fegin, tá tey hava lært okkurt nýtt, og vit eiga at eggja teimum til at gera sítt besta og koma so langt, sum tey kunnu náa saman okkum, tí tað er altíð gott at vera fakliga stinnur.

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2024, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni