Tíðindi
16.03.2016
Tann 24. februar var eg til ein sera áhugaverdan fyrilestur í Skúlanum á Giljanesi við Jens Andersen, ið er sálarfrøðingur.
Skúlarnir á Vágoynni høvdu tikið stig til at fáa hann heim. Fyrst hevði hann ein fyrilestur fyri øllum starvsfólkum í kommununi, ið arbeiða við børnum. Um kvøldið var fyrilestur fyri foreldrum og øllum áhugaðum. Av hesum tveimum fyrilestrum var tað serliga tann seinni, ið setti seg fastan í minnið.
Tað var ein fragd at sita og lurta eftir einum serfrøðingi og vera so sera samd við tí, ið hann segði. Hvat segði hesin góði maður so? Jú, hann legði dent á týdningin, foreldur hava fyri síni børn. Eisini foreldur í 2016, sjálvt um børnini eru ein stóran part av degnum á ymsum stovnum. Hann nevndi fleiri ferðir, hvussu týgningarmikið tað er, at foreldur og tey vaksnu, ið eru um børnini, tora at vera vaksin, at tey tora at siga nei, tí at tey vaksnu hava ábyrgdina og vita, hvat er best. Tað er týdningarmikið, at børn fáa at vita, hvør tað er, sum bestemmar.
Felagsskapur er altavgerandi, um ein flokkur skal virka væl, og felagsskapurin byrjar við foreldrunum. Tað eru foreldrini, ið eru fyrimynd og skulu góðtaka øll børnini, sum eru í einum flokki, eisini tey, sum eru ein avbjóðing. Hann hevði fleiri dømi, at fevnandi foreldur høvdu broytt ein flokk.
Tá hann var biðin at hava ein foreldrafund í einum truplum flokki, byrjaði hann altíð soleiðis: Eitt er heilt vist, og tað er, at her inni tosa foreldrini ikki pent um hvønn annan. Her eru foreldur, ið hava sterkar meiningar um hini foreldrini ella næmingarnar, og meiningarnar verða sagdar meðan børnini hoyra. Vit eru ikki savnað at finna ein syndabukk ella at leggja skuldina á nakran, men at rudda upp í hesum óskili.
Hetta er so satt, sum tað er sagt, vit eru øll sek í hesum máli og mugu áhaldandi minna okkum sjálv á, at børn eiga ikki at hoyra slíkt prát.
Hann legði eisini dent á, at tað er neyðugt hjá báðum foreldrum at vísa skúlanum ans. Tað er neyðugt, at bæði foreldrini fara á foreldrafund, serliga um tað eru trupulleikar. Tað eru nógv dømi um, at tað, ið verður sagt til viðtalur, ikki verður borið víðari til rætta viðkomandi ella er skeiklað á vegnum.
Hann byrjaði og endaði fyrilesturin við at geva okkum hesi góðu orð við á vegnum. Vit mugu altíð siga, hvussu støðan er hjá okkara næmingum, men vit mugu eisini hava eitt opið sinni, tá tað ræður um reaktión hjá foreldrum. Skilja vit ikki reaktiónina, so er okkurt, ið vit ikki vita. Hann segði soleiðis: So er tað onkur spurningur, ið vit ikki hava sett, og hann mugu vit seta.