Tíðindi

Tann góði lærarin er empatiskur

Og hann hevur persónligan integritet og er álitisvekjandi. Tað heldur Ragnhild Ellingsgaard, lærari í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

19.12.2022

Ragnhild var útbúgvin lærari fyri 16 árum síðani. Hon byrjaði í starvi sum lærari í táverandi skúlanum á Ziskatrøð í 2009 og hevur verið á Skúlatrøð, síðani kommunalu skúlarnir vórðu lagdir saman í 2014. Avgerðina um at leggja skúlarnar saman tók Klaksvíkar býráð í apríl 2014.

Ragnhild heldur, at fólkaskúlin er nógv broyttur hesi árini. Starvið sum lærari er avbjóðandi og krøvini mong og vaksandi. Tað hvílir stór ábyrgd á herðum lærarans, og hesa ábyrgd ber Ragnhild Ellingsgaard við sær um skúlans gátt. Lærarin skal altíð vera álitisvekjandi, heldur hon.

- Tað stutta svarið til tann breiða spurningin um tann góða læraran er, at næmingurin altíð skal hava álit á og kunna rokna við læraranum. Fyri meg hevur tað sera stóran týdning, at næmingarnir hava álit á mær og hvíla í, at eg vil teimum tað besta.

Hvørjar eginleikar ber tann góði lærarin?

- Góði lærarin hevur persónligan integritet, hvílir í sær sjálvum, er empatiskur og dugir at taka støði í tí heimi, sum næmingarnir eru í. Tann góði lærarin dugir eisini at grunda yvir egna undirvísing og smæðist ikki við at royna nýggjar undirvísingarhættir ella at taka nýggja vitan inn í undirvísingina.

Hvønn týdning hava fakligu førleikar lærarans?

- Fakligu førleikarnir hava alstóran týdning. Tað er grundarsteinurin undir allari undirvísing. Men fakligu førleikarnir mugu og kunnu ongantíð standa einsamallir; trívist ein næmingur ikki í skúlastovuni, ber illa til at mennast og flyta seg fakliga. Tí mugu fakligu førleikarnir altíð stuðla seg til eina innliving í tí, sum rørist í hvørjum einstøkum næmingi, sigur Ragnhild Ellingsgaard, sum undirvísir í lærugreinunum enskt, danskt, søga og kristni. Hon er eisini flokslærari í einum 9. flokki.

Ragnhild Ellingsgaard leggur dent á týdningin, sum tað góða samskiftið hevur, og sambandið við næmingar og foreldur. Tað er, at talan altíð skal vera um eitt opið, erligt og virðiligt samskifti.

Hvat leggur tú dent á í tínum arbeiði við næmingunum?

- Tað er umráðandi fyri meg at hava ein góðan og lættan tóna og vísa virðing fyri hvørjum einstøkum næmingi í skúlastovuni. Tí nýti eg ofta skemt og góðhjartað speisemi, um okkurt gerst dekan og álvarsamt. Eg tími illa at skelda og vil heldur brúka tíðina og orkuna upp á eitt opið og virðiligt samskifti. Mín uppliving er, at tað á tann hátt ber til at tosa um næstan alt. Tað góða, sum skapar trivnað og fakliga menning, sprettur ofta úr løtum, sum einki hava við fakliga undirvísing at gera. Tí er tað umráðandi at hava hóskandi steðgir, har tosað verður um annað enn undirvísing. Men tá tað er sagt, finst neyvan betri løta, enn tá glógvandi eyguni í einum fittum snýði siga: "Áh, nú skilji eg!" Tá kenni eg ofta á mær, at eg havi rokkið míni uppgávu og endamáli sum lærari, sigur hon.

Ragnhild Ellingsgaard er ógvuliga tilvitað um, at starvið og leikluturin sum lærari stundum hevur størri týdning, enn tað í fyrstu syftu verður gáað um, tí lærarin kann vera tann lyklapersónurin sum ger, at næmingurin fótar sær og fer á flog fakliga, men eisini sum menniskja.

- Tíverri eru tað børn, sum ikki altíð hava tað so gott. Tí er tað umráðandi at duga at síggja barnið og hvønn einstakan næming sum eitt sjálvstøðugt menniskja og individ og finna fram til, hvat kann hjálpa júst tí næminginum, sum hevur trupulleikar at dragast við. Tað er okkara skylda at gera alt tað, sum vit eru ment og før fyri, so øll børn trívast og mennast í felagsskapinum, sum ein skúli er. Eg veit, at tað er mangan lættari sagt enn gjørt, men við virðing og nærveru ber ofta til at finna fram til eginleikar og førleikar hjá barninum, sum kunnu hjálpa á leiðini fram, sigur hon.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni