Stabbamynd greinar
05.01.2016
Í 2013 vóru skúlarnir í Gøtu og Leirvík lagdir saman, og í 2015 vóru skúlarnir í Klaksvík og Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir. Í stabbamyndini er samanleggingin av skúlunum í Sunda kommunu, frá 1. januar 2016, ikki tikin við.
Tað eru tó ikki samanleggingar, sum eru høvuðsorsøkin til stóru minkingina í skúlatalinum. Orsøkin er heldur minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at eingi børn hava verið eftir í bygdini, ella at foreldur hava valt at skriva børn síni inn í ein størri skúla. Smáu skúlarnir við færri enn 50 næmingum eru fækkaðir mest.
Í skúlaárinum 2015/16 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 6907, sum ganga í 43 fólkaskúlum kring landið umframt tveimun frískúlum. Næmingatalið er frá einum næmingi í minsta skúlanum til 791 næmingar í størsta skúlanum.