Tíðindi
23.12.2015
Talgilda jólaroyndin er besta boð um, hvat næmingarnir í 9. flokki kunnu møta til skrivligu fráfaringarroyndina komandi ár. Næmingarnir í 9. flokki verða eftir ætlan tey fyrstu, ið fara til fráfaringarroynd í talgildu skipanini. Eg ætli í hesi grein at viðgera talgildu jólaroyndina í fimisrokning. Er svar.fo-skipanin egnað at avloysa pappírútgávuna av fráfaringarroyndini í fimisrokning?
Í talgildu royndini eru í høvuðsheitinum tveir svarmøguleikar. Næmingarnir kundu velja rætt svar í fleirvaluppgávum ella skriva svarið sum tekst í ein rút. Royndin í fimisrokning á pappíri hevur fleiri møguleikar at meta um førleikarnar hjá næmingunum í støddfrøði, har teir nýta amboð, ið talgilda royndin ikki hevur. Nevnast kunnu møguleikar sum: at tekna í krossskipan, at máta longdir og vinklar og at tekna sirklar, radius, tvørmát, miðlinju, hædd í tríkantar. Eg meti tí ikki, at uppgávurnar í talgildu royndini í fimisrokning fáa mett ymisku førleikarnar hjá næmingunum í sama mun, sum fimisroyndin á pappíri kann.
Talgilda skipanin í svar.fo kann geva úrslitið frá royndini í somu løtu svarið er sent. Tað er gott, men svarini frá skipanini eru ikki so álítandi. Í fleirvaluppgávum kunnu næmingarnir gita millum givnu møguleikarnar, um teir ikki duga uppgávuna. Hetta ger tað møguligt at fáa rætt svar og stig bert við at gita. Tí er úrslitið frá fleirvaluppgávunum ikki so neyvt mát av veruligu førleikunum hjá næmingunum. Seinni mátin er, at næmingarnir skriva svarið í ein rút. Svarið er tá at meta sum tekstur, og fyri at fáa rætt, so má svarið hjá næminginum vera tað sama sum svarið, ið er lisið inn í skipanina. Hetta er ein trupulleiki í støddfrøði, har tað ber til at svara rætt á fleiri mátar. Um svarið t.d. er brot ella desimaltal, og næmingurin svarar “0,50” ella “½” og rætt svar í skipanini er sett at verða “0,5”, so fær næmingurin einki stig, sjálvt um svarið er rætt støddfrøðiliga. Í umstytting eru svar sum “a+b” og “b+a” eins í støddfrøði, men ymisk í skipanini. Næmingar mistu fleiri stig í skipanini av hesum ávum.
Í jólaroyndini í fimisrokning hendi tað óhepna, at klutur kom í skrásetingina av svarunum frá næminginum í 9 av teimum 50 uppgávunum. Hesaferð hendi villan í eini jólaroynd, so støðan kundi bjargast. Men hevði tað hent í eini fráfaringarroynd, var verri skil. Hetta má ikki henda og er ein veikleiki í talgildu skipanini.
Eg haldi tí, at talgilda jólaroyndin í fimisrokning vísti seg at vera illa egnaða sum fráfaringarroynd. Fleiri tøknilig brek kunnu órógva royndina. Royndin gevur færri møguleikar at meta um ymisku førleikarnar hjá næminginum enn royndin á pappíri, og skipanin dugur ikki at rætta støddfrøði, har tað ber til at geva sama svar á fleiri mátar.
Vit kenna skipanina vit royndu í fimisrokning á pappíri, hana kenna vit, og hon er álítandi.