Tíðindi
15.12.2022
Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á valfundinum, sum Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipaðu fyri beint fyri valið, so er eingin forðing fyri, at semjur verða gjørdar tvørtur um floksmark, tá ið talan er um nógv viðurskifti í fólkaskúlanum. Semja var um at kalla allar teir stóru spurningarnar, ið vóru viðgjørdir á fundinum.
Eitt, ið fleiri valevni vóru samd um, var, at fólkaskúlin er forsømdur – bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Hetta kunnu vit fáa á beint komandi fýra árini.
Flokslæraraarbeiðið var eisini tikið fram, bæði í týdninginum hann hevur fyri trivnaðin í flokkinum og tá talan er um tíðina, flokslærarin hevur til sítt arbeiði, soleiðis at hann betur røkkur hvørjum næmingi. Stórt semja var um at geva flokslæraranum betri umstøður.
Fyri at geva lærarunum stundir at náa einstaka næminginum, so eigur tvílæraraskipanin at verða styrkt, fyri at fleiri børn kunnu trívast í flokkinum og læra tilsvarandi meira í vanligu undirvísingini.
Nógvir skúlaflokkar eru stórir, upp í 26 og 27 næmingar, tá flokkarnir eru so stórir, so hevur lærarin ikki tíð at vera um hvønn einstakan næming, tí eigur hæsta næmingatalið í flokkinum at lækka til 20 næmingar í hvørjum flokki.
At endurskoða og dagføra námsætlanirnar og skipa tær burtur frá at stýra ov nógv niður í smálutir var ofta tikið til. Somuleiðis at raðfesta kreativa og verkligu lærugreinirnar, sum veruliga eru við sviðusoð, og geva betri pláss fyri skapandi, kannandi og verkligum arbeiðsháttum í hinum lærugreinunum.
Pappírsarbeiði og fundarvirksemi, sum meiri og meiri eyðkennir læraraarbeiðið, vildu øll valevni burturfrá, soleiðis at lærarar kunnu savna seg um tað, teir eiga, nevniliga undirvísa. Hetta pappírs- og skrásetingararbeiðið fyllir meiri og meiri, og onki av valevnunum sá nakra meining í tí.
Lærarin er hjartaslátturin í skúlanum, tí eigur læraraútbúgvingin at verða eftirmett, og eftirútbúgvingin av lærarum raðfest og fáast í fasta legu soleiðis, at lærarar alla tíðina hava høvi at eftirbúgva seg sambært tí, sum størstur tørvur er á. Námsvísindadeildin eigur at verða virkin partur av eftirútbúgvingini av lærarum.
Íløgur eiga at verða gjørdar í sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum. Fleiri lærarar lúgvast í starvinum, tí eigur fólkaskúlin at luttaka í kanningum, ið kunnu geva innlit í støðuna og umstøðurnar hjá lærarum og skúlaleiðarum, so at munagóðar tillagingar kunnu gerast.
Granskingin í fólkaskúlanum eigur at verð styrkt. Námsvísindadeildin eigur at ganga undan í gransking í føroyska fólkaskúlanum í tøttum samstarvi við fólkaskúlarnar og NÁM. Landsroyndin og PISA-royndin eiga at vera endurskoðaðar, og fígging má setast at til at kanna, hvat vit kunnu fáa burturúr øllum tí dátu, sum er samlað inn seinast árini. Um vit ikki brúka úrslitini frá royndunum, so er einki grundarlag at hava royndirnar.
Serøkið í fólkaskúlanum eigur at verða eftirhugt, og tænasturnar hjá førleikastovunum og Sernámsdeplinum samskipaðar, so at tær tæna næminginum og læraranum sum best. Saman við hesum er tørvur á at fáa geirarnar, sum hava við børn at gera, at arbeiða betur saman.
Kósin eigur at verða sett fyri KT í fólkaskúlanum, og íløgur mugu gerast í útbúgving av lærarum og KT-vørðum í fólkaskúlanum, nú Skúlanetið er um at vera utbygt og Kervi+ er ment langt á leið. Hetta er neyðugt at verða raðfestt alt fyri eitt, so at nytta fæst í fólkaskúlanum av íløguni í heildarætlanina fyri KT í skúlaverkinum.
Happing mennir ongan, tí eiga regluligar happingar- ella trivnaðarkanningar millum børn og ung at verða gjørdar. Orka eigur at verða sett av, so at úrslitini frá kanningini koma at tæna næmingunum, og trivnaðarráðgevin eigur at halda fram við sínum arbeiði.
Á valfundinum var eisini nomið við, eitt nú * føroyskt sum annaðmál, * tørvin ið tilflytaranæmingar hava, * at fólkaskúlin eigur at ganga undan í skiftinum til grøna orku, * at støðan hjá heilsufrøðingunum í skúlunum eigur at verða styrkt, * at undirvísingartilfar á føroyskum eigur at verða styrkt – eisini til talgildu pallarnar, sum børn eru á, * at tey, sum nema sær eftirútbúgving, í nógv størri mun skulu sleppa at brúka útbúgvingina í sínum arbeiði.
Samanumtikið vóru valevnini ógvuliga samd í, at fólkaskúlin eigur at verða raðfestur nógv hægri, enn hann hevur verið, eisini tá ið talan verður um fíggja átrokandi og neyðugar ábøtur. Nú verður spennandi at vita, hvat fer at verða niðurfelt í samgonguskjalið.