Tíðindasavn


24.06.2015 Stórur tørvur á eftirútbúgving í kreativu lærugreinunum

Lærarar, sum hava kreativa lærugrein á linju, eftirlýsa eftirútbúgving.

 

Hetta kemur fram í kanningini hjá Anne Bamford, professara, ið millum annað kannaði kreativu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, og somuleiðis í kanningararbeiði, ið Rakul Thomsen hevur gjørt í sambandi við ritgerð sína, ið er støðulýsing av, hvussu tann kreativa dimensiónin verður raðfest í fólkaskúlanum, Mentamálaráðnum og læraraútbúgvingini.
- Eisini stóra kanningin Aftursvar, sum Hans Harryson Hansen, lektari á Námsvísindadeildini, gjørdi millum lærarar fyri nøkrum árum síðan, stuðlar hesum. Lærarar meta seg ikki at vera nóg væl skikkaðar at undirvísa í kreativu lærugreinunum; kanningin hjá Bamford vísir, at dygdin í undirvísingini í list og ígjøgnum list er ikki nøktandi; helmingurin av lærarunum siga, at teir meta ikki, at skúlin, teir arbeiða á, er serliga fleksibul, tá ið talan er um at brúka kreativar lærihættir tvørtur um lærugreinirnar. Eftir nøkur ár sum lærari í kreativu lærugreinunum er skjótt at standa fastur og ikki koma víðari; teir sóknast eftir íblástri og nýggjari vitan. Kanningin hjá Bamford vísir, at eftirútbúgving hevur stóra ávirkan á dygdina í undirvísingina, soleiðis at tú alla tíðina kanst leggja nýggja vitan omaná. Okkara lærarar fylgja við, hvat gongur fyri seg aðra staðni og hoyra um nýggjar, kreativar lærihættir, men av tí at tey ikki fáa skeið ella sleppa at eftirútbúgva seg, so læra teir ikki at brúka hesar hættirnar, sigur Rakul Thomsen.

 

Ritgerðin hjá Rakul Thomsen “Den kreative dimension i den færøske folkeskole” lýsir, hvussu kreativa dimensiónin verður raðfest í skúlaverkinum, bæði tá ið talan er um undirvísning í list og undirvísning gjøgnum list, og hvørjar avleiðingar tað hevur, at tær ikki verða raðfestar. Ritgerðina hevur hon skrivað í samband við útbúgving sína í sjónleikarvísindi á Keypmannahavnar universiteti. Lesið samrøðuna við Rakul Thomsen í Skúlablaðnum nr. 3, 2015.

   Stórur tørvur á eftirútbúgving í kreativu lærugreinunum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni