Tíðindasavn
Føroyska læraraútbúgvingin brynjar ikki nóg væl læraran til tær uppgávur, skúlin hevur; tað staðfestir ein kanning, sum Hans Harryson hevur gjørt av teimum, sum tóku læraraprógv 2007-2011. Kanningin vísir, at lærararnir hildu seg vera kønar í teoretiskari vitan og høvdu lært at reflektera og argumentera, men at tað skortaði í lærdómi, tá ið tað snúði seg um at umseta teori til praksis.
- Trupulleikin við vantandi sambandi millum teori og praksis er neyvan vorðin minni í dag, kanska tvørturímóti, sigur Hans Harryson.
Hvussu læraraútbúgvingarnar eru í øðrum londum er Hans Harryson í ferð við at kanna, eitt nú í Finnlandi, Skotlandi og Íslandi, og sum skilst kunnu vit læra nógv av øðrum. Útbúgvingarskipanirnar eru ymiskar.
- Eg fari at hyggja at, hvørjar bókmentir og undirvísngarhættir verða brúktir, hvussu skeið verða eftirmett, og hvussu starvslæran og lærarastarvið síggjast aftur í undirvísingini, sigur hann.
Tað er lætt at lyfta læraraútbúgvingina í Føroyum, um vilji er til tað.
- Nærum allir føroyskir lærarar eru útbúnir á sama útbúgvingarstaði. Tað er ein fyrimunur um vit vilja broyta alla ella rætta pedagogisku kósina í Føroyum, tí alt kann alt gerast á einum og sama stovni, sigur Hans Harryson.
Brot úr grein, sum stendur í Sosialinum 17. september. Lesið alla hesa áhugaverdu greinina í Sosialinum.