Tíðindasavn


15.08.2014 Nýbyrjaðu lærararnir

Í skrivandi stund er ilt at siga, hvussu nógvir av lærarunum, sum fingu prógv í summar, hava fingið starv í fólkaskúlanum.


Upp á fyrispurning, sum Námsvísindadeildin hevur sett teimum lesandi, sum fingu læraraprógv summarið 2012 og 2013, svara tey flestu, at tey eru í starvi. Nøkur lesa víðari, og onkur er í farloyvi. Eftir øllum at døma, so er arbeiðsloysið millum lærarar, sum Lærarafelagið hevur væntað og ímyndað sær, ikki so stórt enn, men at talið er vaksandi, er eingin ivi um. Stóra talið av umsóknum, sum fleiri skúlar í ár hava fingið, bendir á, at talið av lærarastørvum er í minna lagi í mun til umsóknirnar.
 

Men hvussu taka vit so ímóti nýútbúnu lærarunum:) Sambært kanningini Aftursvar hjá Hans Harryson Hansen frá oktobur 2012, so eru ábendingar um, at skúlaleiðslur ikki síggja nýútbúnar lærarar sum serligar tilfeingispersónar, sum við nýggjastu vitanini kunnu veita eitt íkast til at menna skúlan. Hinvegin halda skúlaleiðslur heldur ikki, at nýútbúnu lærararnir eru hjálparleysir, men hava álit á, at teir megna uppgávuna. Hetta kann vera bæði gott og ringt, tí um hugburðurin skyldast lítlum eftirsketni ella líkasælu, so mugu ábøtur fremjast.
 

Nýútbúnir lærarar kenna í størri og minni mun yrkishvøkkin, sum er munurin millum lutfalsliga skipaða lestrarumhvørvið, og so lærarayrkið, har ivamálini og avbjóðingarnar eru nógvar og stundum skakandi. Einstakir skúlar hava skipanir at taka ímóti nýbyrjaðum lærarum, t.d. við mentorskipan ella at lærarin hevur eitt akkersfólk at venda sær til, men yvirkipaðar mannagongdir hava vit ikki. Hetta kundu verið mannagongdir á einstaka skúlanum og skipanir, sum Mentamálaráðið stóð fyri.
 

Øllum er greitt, at útbúgvingin ikki er lokin, tá lærarin byrjar í fyrsta starvinum. Tvørturímóti kundu evni sum ósemjuloysn, samstarv millum heim og skúla o.s.fr., sum lærarin møguliga hevur arbeitt við í útbúgvingini, verið uppafturtikin, men nú við støði í fyrstu virkisroyndunum og tí meira viðkomandi. Sjálvt um toymissamstarv er vanligt í skúlum í dag, so standa lærarar, sum heild, rættiliga einsamallir í dagliga arbeiðinum. Serliga hjá nýbyrjaðum lærarum kann einsemiskenslan vera nívandi. Góðar royndir eru aðrastaðni at skipa bólkar, har nýútbúnir lærarar úr fleiri skúlum hittast at tosa um royndir og tilburðir í starvinum, møguliga eisini saman við eldri lærarum. At deila royndir gevur íblástur, og at koma eftir, at onnur hava júst somu avbjóðingar og upplivingar í starvinum, er ein góð kensla, sum stimbrar sjálvsálitið og hugin at halda á. Sum eina byrjan, so eigur ein mentorskipan formliga at verða sett í verk á øllum størri skúlum.
 

At arbeiða við menniskjum og at fyrireika og fremja undirvísing er ein streingjandi uppgáva hjá øllum. Og til ber at ímynda sær trýstið, ið liggur á nýútbúna og nýbyrjaða læraranum í hesi støðu. Hóast tað verða eingi atlit tikin. Nýbyrjaðir lærarar eiga ongantíð ov skjótt at fáa eina tímapulju framíhjá, bæði so at undirvísingartíðin lækkar, men eisini soleiðis at stundir eru at kunna seg um innihaldið og uppgávurnar í læraraarbeiðinum.
 

Hetta er eitt krav, sum Lærarafelagið fer at taka upp í komandi samráðingum, men tað er so sanniliga eitt átak, sum avvarðandi myndugleikar eiga at síggja sum eitt íkast til ein betri skúla og eitt ríkari læraralív.

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í oddagrein í Skúlablaðnum, sum er komið í dag 15. august 2014.

   Nýbyrjaðu lærararnir Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni