Tíðindasavn


11.12.2013 Neyðugt at hava greið mál

Týsdagin hevði Mentamálaráðið stevnt øllum fólkaskúlaleiðarunum á fund at tosa um eitt nú úrslitið av seinastu Pisa-kanningini. Á fundinum hevði Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags hesa framløguna:

 

Í samgonguskjalinum frá 14. november 2011 standa 10 punkt viðvíkjandi fólkaskúlanum. Skilagóð men eitt sindur tilvildarlig. Hetta er stórt sæð orðaði fólkaskúlapolitikkurin, vit hava. Men rætt skal verða rætt, hetta er ikki eindømi fyri sitandi samgongu.


Hóast tað, so hevur fólkaskúlin seinnu árini týðiliga verið undir árini av New Puplic Manegment hugsanini. New Puplic Manegment er ein fín vending fyri sparing, men gongur annars út upp á, at almennir stovnar skulu rekast sum privatar fyritøkur. Kapping og frítt hjá kundanum at velja eru týðandi tættir. Hjá okkum er tað tó krøvini um eftirmeting og dokumentatión, sum eru sjónligast. Eftirmeting og dokumenatatión er tað í sjálvum sær einki galið við, men byggir kravið á nýliberalistisku tankagongdina, um at starvsfólk altíð leypa upp um, har garðurin er lægstur og tí mugu verða undir eftirliti, so kann mann ivast í, hvussu gagnligt tað er.


Skal mann eftirmeta, so er neyðugt at hava greið mál frammanundan. Kanska var tað tí mann fór undir at gera nýggjar námsætlarnir:) Ella fóru vit undir nýggju námsætlanir, sum áseta mál, fyri at kunna brúka 7-talsstigan, sum er absoluttur, og tí skulu próvtøl ásetast í mun til, í hvønn mun, ásettu málini eru nádd, tí annars høvdu føroysk lesandi verið útihýst frá flestu framhaldsútbúgvingum í grannalondunum. Eg veit ikki, men sovorðnir tankar kunnu stinga seg upp, tá mann undan eini so kollveltandi nýskipan einki orðaskifti hevur yvirhøvur.


Hóast endamálsorðingin í fólkaskúlalógini sigur, at Fólkaskúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag, so verður tosað hart í krókunum um meira fakligheit. Eingin ivast longur í, at útbúgvingarstøðið er avgerandi fyri, hvussu vit fara at klára okkum í kappingini við onnur lond. Skúlin er blivin alt for týdningarmikil til, at lærararnir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Nú má sakkunnleikin upp í. Pisa-kanningarnar eru natúrligur táttur í rákinum. Vit mugu vita, hvar vit flóta. Dreymurin er, at vit, upp á oyra, vita, hvat eitt stykki næmingur, klassi A, kostar.


Okkara úrslit í Pisa-kanningunum hava higartil ikki verið nakað at reypa av, fyri ikki at siga sera vánalig. Nógv hyggja langtandi eftir Kina. Vit beundra og ræðast kinesararnar, tí teir klára seg so væl. Men kunnu vit kopiera skúlan í einum landi, har økonomiska miraklið er grundað á eirindaleysa misnýtslu av arbeismegi, og har forboð nú er sett fyri, at børn eru á lektiukafe aftaná kl 22.00 á kvøldi:)


Í kanningini hjá Hans Harryson Hansen, Aftursvar, siga 62,7% av lærarunum, sum eru útbúnir árini 2007 til 2011, at teir ikki halda, at Pisa-kanningin er eftirfarandi, meðan bara 2,7% siga, at Pisa-kanningin er “sera eftirfarandi”. Tað er ikki gott, tí somu lærarar skulu fyrireika næmingarnar til næstu Pisa-kanningina, og skulu vit klára okkum í Pisa, so mugu vit venja Pisa.


Men álitið á Pisa-kanningarnar er ikki tað, tað hevur verið. M.a verður ivast í, um úrslitini treytaleyst kunnu samanberast millum lond. Hagfrøðingurin Svend Kreiner sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað at gera spurningar, so torleikastigið – í mun til førleikastigið - er tað sama fyri øll.


Ein spurningur um velting t.d. skuldi fyri kinesisk børn snúð seg um rísvelting og fyri føroysk børn um eplavelting, og so er framvegis vandi fyri, at bygdabørn duga betur at svara enn býarbørn.


Í samanumtøkuni í frágreiðingini til donsku Pisa-kanningina 2012, sigur Niels Egelund, at der er en tæt sammenhæng mellem PISA-resultaterne og chancerne for at gennemføre en ungdomsuddannelse.


Og í niðurstøðu í frágreiðingini til kanningina Unges valg og fravalg i Ungdomsuddannelserne frá 2013 sigur Peter Allerup, at PISA-læsescoren ikke kan forudsige, om de unge gennemfører en ungdomsuddannelser eller ej.


Eingin segði, at tað skuldi verða lætt.


Áðrenn nakar kemur til skeiva niðurstøðu, so skal eg siga, at eg ikki haldim at Pisa-kanningin skal blakast í skrell. Úrslitini siga, at føroyskir næmingar liggja undir miðal og ikki á hædd við hini Norðurlondini. Hinvegin trúgvi eg ikki, at føroyskir næmingar eru so hjálparleysir, sum Pisa-kanningin sigur teir vera. Men tað eru tað ikki stundir at koma nærri inn á nú.


Í hesum høpi havi eg bara eitt boð um, hvat kann gerast. Og tað er eftirútbúgving av lærarum. Tí lærarar í dag standa við fyrsta ættarliðinum født ind i informationsteknoligens dynamiske verden, sum Asger Baunsbak-Jensen tekur til í Sidste udkald, Kampskrift for folkeskolen. Og tað er av sonnum ein avbjóðing.

   Neyðugt at hava greið mál Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni