Tíðindasavn


03.06.2013 Ógjørligt at røkka øllum næmingum

Í kanningini Aftursvar, sum Hans Harryson Hansen, undirvísingarleiðari, hevur gjørt av lærarum, sum tóku læraraprógv árini 2007-2011, geva nýútbúnu lærararnir til kennar, at teir hava ikki nóg góðar didaktiskar førleikar at røkka øllum næmingum.

 

Hans Hansen undrast ikki yvir hetta. Hann heldur, at ein orsøk til, at nýútbúnir lærarar ikki føla seg røkka øllum næmingum, er stóra arbeiðsbyrðan, teir hava.


- Kanningin hjá mær vísir, at spennið millum sterkasta og veikasta næmingin í einum og sama flokki er í miðal 2 ella 3 floksstig. 20 prosent av svargevunum vísa tó á, at spennið er 4 floksstig ella fleiri. Kanningin vísir somuleiðis, at ganga 24 næmingar í einum flokki, so hava umleið 4 næmingar annaðhvørt innlæringar- ella atferðartrupulleikar, meðan 5 hava serliga góð evni at læra. Kanningin vísir, at ein nýútbúgvin lærari undirvísir í miðal í annaðhvørt 4 ella 5 lærugreinum. Hann undirvísir í miðal í 3 ella 4 árgangum. Hann undirvísir í miðal í annaðhvørt 3, 4 ella 5 flokkum. Ganga 20 næmingar í hvørjum flokki, so hevur hann ábyrgdina av at undirvísa millum 60 og 100 næmingum fyrsta árið. Hetta eru alt næmingar, ið hann ikki kendi frammanundan. Kravið um, at hann skal røkka hvørjum einstøkum er kanska so stórt, at tað er nærum ógjørligt at fremja í verki, sigur Hans H. Hansen.

 

Í kanningini kemur eisini fram, at annarhvør lærari heldur tað ikki vera rætt, at næmingar við trupulleikum verða undirvístir saman við øðrum. Hans Hansen vísir á, at hetta hevur ein lagt upp fyri í fólkaskúlalógini, har tað stendur, at um lærarin ella læraratoymið heldur tað verða pedagogiskt rætt, so kann helmingurin av samlaðu undirvísingartíðini verða skipaður í bólkum uttan fyri flokkin.
- Vit eru øll góð við eindarskúlan. Men at tosa um eindarskúlan og inkluderandi námsfrøði merkir ikki, at allir næmingar skulu undirvísast á sama stað, og so er alt gott. Inkluderandi námsfrøði merkir, at allir næmingarnir skulu fáa nakað burturúr, sjálvt um teir verða undirvístir á sama stað. Hetta krevur didaktiskt hegni og nýhugsan, sigur Hans Harryson Hansen.

   Ógjørligt at røkka øllum næmingum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni