Tíðindi
26.10.2022
Í ár varð ADHD-viðurkenningin latin Súna Jacobsen, lærara og rennandi eldsál í serskúlatilboðinum undir Skúlanum á Fløtum, ið er staðsett í gamla skúlanum á Argjum, og sum millum manna verður nevnt “Guli skúli”.
Poula, Durita og Bjørg úr nevndini í ADHD-felagnum troppaðu upp á lærarafundi í skúlanum við blómum og heiðursbrævi í hond, og tóku lítillátna Súna heilt á bóli, ið gjørdist ikki sørt bilsin og rørdur.
Tað var ein samd nevnd, ið gjørdi av, at Súni Jacobsen skuldi hava ADHD-viðurkenningina í 2022.
Súni var við at seta Gula skúla á stovn og hevur starvast har, síðani tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009.
Hann hevur hjálpt nógvum børnum og ungum við ADHD og foreldrum teirra í skúlaskipanini.
Súni hevur saman við øðrum bygt Gula skúla av góðvilja og einum vilja at røkka tí einstaka barninum, har tað er og sum tað er.
Tað menniskjasliga er útgangsstøðið hjá Súna.
Tað, sum eyðkennir arbeiðið hjá Súna, er, at tað viktigasta er ikki, hvat næmingurin ger, tá hann er í skúla, men meira tað, at næmingurin kann koma heim og siga, at hann hevur havt ein góðan dag.
Trivnaðurin hevur alt at siga, tí nógv av teimum, sum ganga í Gula skúla, hava havt tað torført í skúlanum.
Starvsfelagarnar fortelja, at mann merkir í arbeiðnum hjá Súna, at menniskjað kemur í fremstu røð. Við hansara lyndi og nærleika kenna øll seg møtt og týdningarmikil, bæði starvsfelagar, næmingar og foreldur. Hann er lurtandi og nærverandi, og tað er so nemt at føla seg væl saman við Súna.
Foreldur merkja eisini væl, at Súni er nakað heilt serligt saman við næmingunum. Hann er ikki tengdur at, hvat mann eigur at gera, og hvat vit plaga at gera. Hann møtir tínum barni við opnum sinni og hugsar út um kassan, tá hann undirvísir, soleiðis at hetta barnið kann kenna seg møtt – og samstundis fáa okkurt burtur úr skúladegnum.
Súni er millum næmingar kendur fyri at vera rúmligur og viðurkennandi. Hann roynir ikki at troðka sína áskoðan á teg, men møtir hvørjum einstakum, har tey eru. Næmingar fortelja eisini, at Súni er jaligur og stuttligur, og er ikki bangin fyri at geva rós.
Vit í ADHD-felagnum vilja tí siga takk fyri alt tað, tú ert fyri næmingar við ADHD/ADD og ikki minst okkum foreldur at børnum, sum ganga her.
Vit eru errin av at handa ársins ADHD-viðurkenning til tín, Súna Jacobsen.
Í 2020 fekk Julia Feilberg Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur stóru ADHD-viðurkenningina, og í 2021 var tað Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari.
Tíðindaskriv