Tíðindi

Sørvágs skúli fyri øll

Sørvágs skúli skal vera meiri opin. Leiðslan í Sørvágs skúla hevur gjørt ein lista yvir fólk, sum hon ætlar at heita á um at koma og hava eitt nú fyrilestrar um øll møgulig viðkomandi aktuell evni

05.01.2016

- Vit kundu til dømis heitt á teg um at komið og greitt frá føroyska málinum ella føroyskari søgu. So sigur lærarin í, skulu vit siga 7. flokki: "Veitst tú hvat, vit fara at biðja Sonna Smith koma, tí hann hevur bjóðað seg fram," sigur Jóhannes Joensen, skúlastjóri, skemtandi við undirritaða.

Men tað, skúlaleiðslan í Sørvági vil, er at fáa tað lokala fólkið inn í skúlan og brúka tey almennu tilboðini, sum ætlanin er at skipa fyri. Onkur á listanum kann greiða frá fiskiskapi. Ein gamal skipari kann vísa, hvussu tú bøtir trol. Ein kemur at greiða frá vatnverkinum. Og tað skuldi ikki staðið á at fingið onkran at greitt frá haruskjóting.

- Tí lærarin, hann veit jú ikki alt. Hann fær styðjað seg til tann, sum veit meiri enn hann um eitt ávíst evni, sigur skúlastjórin í Sørvági.

Ein dagin var ein flogmekanikari uppi á flogvøllinum í skúlanum og fortaldi um tað tekniska við flogførinum í sambandi við, at ein flokkur arbeiddi við eini námsgrein um flúgving. Mekanikarin visti sjálvandi meiri enn lærarin um flúgving, og tí var tað frálíkt at fáa ein teknikara at greiða frá tí tekniska, sum fyri fólk yvirhøvur er ein reinur avkrókur.

Jóhannis Joensen veit ikki, hvussu aðrir skúlar gera. - Men tað duga vit ov illa, tí meini eg, at vit skulu hava ein skúla, har lokalfólkið er inni í skúlanum. Fólk skulu hava ein opnan skúla at koma í.

Skúlastjórin hugsar um "undirhúslíknandi" tiltøk í skúlanum. Tað sita eldri fólk í kommununi, sum hava kapasitet til at hjálpa til við mongum viðurskiftum, sum skúlafólkini ikki hava førleika til at lýsa. Hann veit, at fleiri av hesum eldru hava eina ótømandi keldu at oysa úr, um tey bara verða biðin ella bjóða seg fram.

Ætlanin er kanska at geva hesum fólkum møguleika hvønn fríggjadag fyrrapart frá klokkan 10 til hálvgum tólv at møtast í skúlanum – eisini saman við børnunum. Í roynd og veru stremba tey eftir at skipa so fyri, at tað verður sum í roykstovuni í gomlum døgum. Børn og vaksin vóru saman undir somu lon og fingu soleiðis samskift um gerandisdagin tvørtur um aldursmørk.

Hesa ætlan ætlar leiðslan í Sørvágs at fremja í verki nú í 2016. Og spyr nakar um hølisviðurskifti í Sørvágs skúla, so liggur tað ikki eftir.

 

Myndin:

Sørvágs skúli er so væl útbygdur, at skúlaleiðslan ætlar at skipa fyri undirhúslíkum tiltøkum í tí rúmsátta skúlanum

 

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni