Tíðindi
29.08.2016
Og tað eydnaðist; hon sendi 26 umsóknir, var boðin til eina samrøðu og fekk starvið. Starvið er í Sørvágs skúla, og Vibeke Michaelsdóttir býr í Klaksvík.
- Tað hevur stóran týdning at sleppa til arbeiðis beinanvegin, tú hevur fingið prógv, og eg haldi, at tey, ið søkja starv, ikki skulu avmarka seg og bara søkja í nærumhvørvinum. Tað lønar seg at søkja út um títt natúrliga øki, tí tú kanst koyra næstan alla staðni í landinum. Eg vildi gera alt fyri at fáa eitt starv og legði ikki so nógv í, hvar tað var; tað koma nýggir lærarar út á hvørjum ári, og tað verður truplari og truplari at fáa starv.
Allir teir 25 lærararnir, sum fingu prógv í summar, hava ikki fingið starv; Vibeke Michaelsdóttir visti, at tað fór ikki at gerast lætt at fáa starv. Umsóknirnar, sum Vibeke Michaelsdóttir sendi, fóru kring alt landið; onkur einstøk lýsing fór framvið, tí hon sá lýsingina ov seint; tað undrar hana, at hon bara var innkallað til eina samrøðu.
- Eg hoyri tað sama frá øðrum, sum hava søkt, at tey heldur ikki verða innkallað til fleiri samrøður. Eg rokni við, at størvini eru mestsum sett frammanundan, tað vil siga, at tað eru lærarar í tíðaravmarkaðum størvum, sum søkja størvini av nýggjum og sum fáa tey. Tískil meti eg, at tað fyrsta starvið er sera týdningarmikið at fáa, tí hevur tú fyrst fingið fótin inn um, so er lættari at fáa næsta starvið, um tú ger eitt gott arbeiði væl at merkja.
Vibeke Michaelsdóttir tekur undir við formanninum í Lærarafelagnum, sum sigur, at Námsvísindadeildin eigur at taka færri læraralesandi inn.
- Tað er lítil meining í at útbúgva lærarar til arbeiðsloysi, tað er ikki tørvur á 25-26 nýggjum lærarum hvørt einasta ár. Tí haldi eg, at tað er ein góð loysn at leggja ár burtur ímillum av og á og í staðin eftirútbúgva lærarar. Verður læraratrot aftur, so er bara at taka fleiri inn.
Vibeke Michaelsdóttir, sum hevur royndir sum vikarur í Hvalba og Nólsoy, áðrenn hon fór undir útbúgvingina, er fegin um starvið í Sørvági.
- Nú er so stutt fráliðið, men enn hevur eingin trupulleiki verið at koyra henda langa teinin hvørnn dag; eg eri von at ferðast langa leið; í trý ár ferðaðist eg millum Suðuroynna, har eg búði, og Havnina, har eg gekk í skúla. Eg havi fingið ein elddóp við at undirvísa fulla tíð; eg sleppi at undirvísa í mínum linjulærugreinum, so tað eri eg sera fegin um. Sørvágs skúli leggur stóran dent á at hoyra lærararnar og eftirlíka teirra ynskjum, í tann mun tað ber til. Eg havi sjey flokkar, so tað er nógv at seta seg inn í, men eg eri væl nøgd. Tveir morgnar um vikuna møti eg ikki klokkan 8, so ger stóran mun.