Tíðindi

Sunda Kommuna er púra trygg

Verða skúlarnir í Hósvík og Hvalvík niðurlagdir, ganga verandi flokkar í verandi skúlum, inntil nýggi skúlin á Oyrarbakka er liðugur um eini tvey-trý ár. Verða skúlarnir ikki niðurlagdir, so verður innskúlingin eftir í Hvalvík og í Hósvík

20.01.2016

Tað vil siga, at 1., 2. og 3. flokkur fara at ganga í skúla í Hvalvík og í Hósvík eftir, at nýggi skúlin er liðugur um tvey-trý ár.

Í Sunda Kommunu verður fólkaatkvøða týsdagin 26. januar um at leggja skúlarnar í kommununi saman.

Býráðið hevur einmælt samtykt at leggja skúlarnar saman í ein skúla, sum verður á Oyrarbakka. Tað er ein skúli, sum fevnir um allar flokkar frá 1. til 10. flokk. Samtyktin um at leggja saman er eisini fest í tann veruleika, at øll skúlastýrini í kommununi hava tikið undir við henni og eru komin við einum felags tilmæli. Og Mentamálaráðið hevur góðkent samtyktina.

Grundin til, at fólkaatkvøða er tann 26. januar, er, at lógin veitir møguleika fyri, at vilja 30 prosent av borgarunum hava, at skúlarnir í ávikavist Hósvík og Hvalvík skulu leggjast niður, so verður tað gjørt. Í Sunda Kommunu eru stívliga 30 prosent av borgarunum komin við undirskriftum til kommununa um, at teir vilja hava eina fólkaatkvøðu um, hvørt skúlarnir í Hósvík og Hvalvík skulu leggjast niður ella verða verandi. Tí verður fólkaatkvøðan týsdagin tann 26. januar.

Nú talan bara er um teir báðar skúlarnar í Hósvík og Hvalvík, so er tað tí, at borgararnir í øllum hinum bygdunum í kommununi vilja hava skúlarnar í Hósvík og Hvalvík niðurlagdar, og tað er tað, fólkaatkvøðan snýr seg um.

- Vit í býráðnum halda, at vit hava verið sera greið alla tíðina, og vit hava spælt við opnum kortum í eini drúgvari tilgongd, sum er, at vit hava brúkt meginpartin av hesum skjótt farna valskeiði at arbeiða við skúlanum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sum leggur áherðslu á, at skúlin og skúlabygnaðurin fyri Sunda Kommunu vóru eitt tað fyrsta, ið varð sett á skránna tá fyrst í valskeiðnum.

Nú Mentamálaráðið hevur góðkent ætlanini hjá býráðnum um at leggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík niður, hevur býráðið spurt, hvat so verður við hesi fólkaatkvøðuni.

- Fyri mær er hon bindandi, tí tað er líkasum tað, sum liggur í lógini, sigur Heðin Zachariasen.

Mentamálaráðið sigur púra greitt, at ein skúli er at meta sum ein skúli, tá tú hevur tríggjar flokkar.

Sama hvat úrslitið verður av fólkaatkvøðuni, fer 7. flokkur norður á Felagsskúlan eftir summarfrítíðina at ganga saman við 8. og 9., sum er undirvísingareindin, ið varð gjørd sambært fólkaskúlalógini, tá ið avgjørt varð, at í staðin fyri at ganga sjey ár í skúla, gongur tú níggju ár í skúla.

Í dag er frítt skúlaval millum skúlarnar í kommununi, so at fólk avgera sjálv, hvar teirra børn skulu ganga í 1., 2. og 3. flokk – í Hósvík, Hvalvík ella á Oyrarbakka. Flokkarnir frá 3. til 10. flokk verða fluttir. So at innskúlingin verður eftir, um skúlarnir verða varðveittir og einki annað.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur um valdandi viðurskifti:

- Vit settu okkum fyri at fáa greiðu á tí, sum eitur skúlin og skúlabygnaðurin, og tað, sum er gott, halda vit, at í dag er tað soleiðis, at tá tú tosar um skúlan í Sunda Kommunu, er tað ein skúli, sum kommunan disponerar yvir fullkomiliga einsamøll frá 1. til 10. flokk. Og tey viðurskifti, sum vóru áðrenn við felagsskúlanum, eru greið. Í dag eru tað vit, sum eiga skúlan. Vit hava gjørt eina avtalu við Eiðis Kommunu, sum er galdandi í 15 ár, um teirra næmingar í 8., 9. og 10. flokki fara at ganga her suðuri. Vit eru glað fyri, at vit hava fingið eina avtalu soleiðis, at teir næmingarnir framhaldandi fara at ganga í nýggja Skúlanum við Streymin.

Í Sunda kommunu eru frá 1. til 10. flokk til samans 275 skúlanæmingar. Her er Eiði sambært avtalu 15 ár fram uppií við sínum 8., 9. og 10 flokki, til samans einir 30 næmingar.


Myndin:
- Fyri mær er fólkaatkvøðan tann 26. januar bindandi, tí tað er líkasum tað, sum liggur í lógini, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni