Tíðindi
11.02.2025
Gonguferðir – menniskjað í náttúruni, náttúran í menniskjanum er heitið á summarskeiðnum, sum Nordspråk skipar fyri. Skeiðið verður hesa ferð í Tróndheimi í Noregi í døgunum 1.-5. august.
Byrjað verður seinnapartin 1.august við gongutúri við staðbundnum ferðaleiðara. Døgurði er um kvøldið fyri øllum luttakarunum. Síðsta tiltakið henda fyrsta dagin er upplestur. Kuluk Helms, rithøvundur og sjónleikari, lesur yrkingar úr egnum savni, ”Min sjæl har vokseværk” (2023), sum lýsir grønlendsku náttúruna og stríðið fyri at finna fótafesti millum grønlendska og danska mentan.
Á skránni leygardagin eru ymisk áhugaverd upplegg. Byrjaði verður við Jes Lynning Harfeld, universitetslektara í heimspeki, sum fer at røða um veiðuheimspeki. At veiða er at fara aftur til frumstøðuna. At vera upprunamenniskja í tættari sambandi við náttúruna – bæði okkara egnu og teirri, sum vit liva av og saman við, men sjáldan er í. Fyri onnur er veiða dráp av ósekum verum og at fara aftur til ein ræðuligan og óneyðugan máta at útvega mat uppá.
Tore Kvæven, rithøvundur, fer at siga frá markinum millum sivilisatión og náttúru í síðstu skaldsøguni, sum fer fram í Sirdalen í Noregi, har trupla veiðulívið í 1890’unum verður lýst, og í skaldsøguni ”Når landet mørkner” (2018), sum snýr seg um truplu livikorini í Grønlandi í 13.øld.
Fleiri gonguferðir og vitjanir eru á skránni, eitt nú til Sverraborg (3,5 km) og Tróndheim. Eftir døgurðan um kvøldið fer Jens Liljestrand, rithøvundur, at siga frá skaldsøguni ”Även om allt tar slut” (2021), sum lýsir aktuellu veðurlagsstøðuna við skógareldum í Svøríki, har persónarnir í skaldsøguni takkla vanlukkuna sera ymiskt.
Kjersti Rognes Solbu, lektari í norskum í Bergen, greiðir frá didaktisku tilgongdini í arbeiðnum við klimabókmentum.
Okkara Beinir Bergsson, rithøvundur, fer at siga frá yrkingasavninum, Sólgarðurin, sum snýr seg um føroysku náttúruna og girndina millum tveir menn.
Seinnapartin eru eitt nú verkstova og gonguferðir á skránni. Um kvøldið fer Janne Stigen Drangsholt, professari í bókmentum og rithøvundur, at siga frá kvinnuni í bókmentum, eitt nú út frá Sigrid Undset og skaldsøguni ”Kristin Lavransdatter”.
Henrik Lawrence Keeler, lektari í norskum á Oslo Katedralskole, fer at hava upplegg, sum tekur støði í Kristin Lavransdatter og gongutúrum. Hann hevur gingið pílagrímsferðina frá Oslo til Tróndheim, sum verður lýst í bókini.
Farið verður við bussi til Lian, har gingið verður seinasta teinin á pílagrímsferðini.
Á middegi er ein gongutúrur, sum er 9 km, á skránni. Gingið verður fram við Feginsbrekka, sum Sigrid Undset lýsir so vakurt í skaldsøguni Kristin Lavransdatter.
Tíðliga seinnapartin verður vitjað í dómkirkjuni í Nidaros. Um kvøldið er veitsludøgurði og rithøvundavitjan.
Seinasta dagin á summarskeiðnum er áhugavert upplegg frá Tonje Tornes, ritstjóra á røðini Norðlys, sum Malin Falks hevur skrivað. Henda bókin fer at koma út á føroyskum í vár. Heitið á upplegginum hjá henni er: Hvussu kunnu teknirøðir styrkja lesiførleikarnar? Tonje Tornes tekur støði í norsku røðunum Nordlys, Ragnarok, Edelmot og Dragens øye.
Camilla Dahlstrøm, sum er myndprýðari, hevur skapt røðina ”Soluna”, og hon fer at greiða frá kreativu tilgongdini.
Síðan er kjak um, hvussu lesikreppan í Norðurlondum verður loyst. Eftir tað er eftirmeting av summarskeiðnum.
Nordisk kulturkontakt og Norðurlendska ráðharraráðið stuðla Nordspråk. Lærarar í Føroyum kunnu tekna seg til skeiðið. Luttakararnir gista á Hotel Clarion í Tróndheimi, kostnaður er 7.000 kr í einkulkamari og 5.200 kr í dupultkamari.
Eru spurningar, ber til at venda sær til Jastrid á Dalbø, næstforkvinnu í Føroyamáli.
Mynd: Pexels.com