Tíðindi

Støðan í Vestmanna skúla ótolandi

Hóast skúlastjórastarvið í Vestmanna varð lýst leyst í juli og aftur í september, er starvið ikki sett enn; stjóraloysið elvir til stórar frustratiónir og ótryggleika millum lærarar.

08.01.2016

Í eitt hálvt ár ella so hava lærarar og næmingar í Vestmanna skúla bíðað eftir at fáa at vita, hvør nýggi skúlastjórin verður. Starvið er lýst leyst í tveimum umførum, seinnu ferð vóru tríggjar umsóknir.
- Grundgevingarnar, vit hava fingið, hví starvið ikki er sett enn, undra okkum. Tað varð endurlýst, tí landsstýrismaðurin fór frá, og løgtingsval varð útskrivað, varð sagt. Nú eru góðir tríggir mánaðir gingnir eftir at starvið varð endurlýst, og einki hendir, og frustratiónirnar bara vaksa. Mær vitandi hevur tað ongantíð tikið so langa tíð at seta ein skúlastjóra fyrr, og vit undrast stórliga, at starvið er lýst tvær ferðir, og starvið framvegis ikki er sett, sigur Augusta Egholm Petersen, lærari og álitisfólk í Vestmanna skúla.

Síðan Ólavur Thomsen fór úr starvi seinasta summar í starvið sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, hevur varaskúlastjórin, Rigmor Rasmussen, verið virkandi skúlastjóri. Men tað er nógv, ein fyribilssettur skúlastjóri ikki kann taka avgerð um, sigur álitisfólkið í Vestmanna skúla.
- Tú kanst ikki taka avgerðir um endaliga loysnir fyri skúlan og seta tær út í kortið, tá tú ert fyribilssettur. Ein fyribilsstøða gongur eina tíð, men ikki í langa tíð. Tímatalvan varð løgd fyribils við skúlaársbyrjan, tí vit vistu, at hon fór at verða broytt, tá stjórin var settur. Avleiðingarnar eru eisini, at lærarar mugu lesa vikartímar fyri varaskúlastjóran, tí hann er virkandi skúlastjóri. Lærarar hava lisið vikartímar í 18 vikur, og tað merkir, at arbeiðsbyrðan verður skeiklað. Lærarar eru ørkymlaðir og ótryggir av hesi støðuni, tí einki hendir.

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla var lýst fyrru ferð leyst 20. juli við freist 13. august og setan 1. september. Síðan var tað endurlýst 30. september við freist 20. oktober og setan skjótast gjørligt, sum tað varð orðað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni