Tíðindi
13.03.2017
Áhugin hjá læraralesandi at velja danskt og týskt sum linjulærugrein hevur í nógv ár verið sera lítil; á uppgerð frá Námsvísindadeildini yvir, hvat læraralesandi velja sum linjulærugrein, síggja vit, at vanliga ganga nógv ár ímillum, at hold eru við lesandi á hesum linjulærugreinum; skúlaárið 2011-2012 var eitt hold við 4 læraralesandi við donskum á linju og komandi ár eru 15; verri er statt við týskum; har var eitt hold við trimum skúlaárið 2012-2013, síðan hevur einki verið.
Ivaleyst er ein orsøk til lítla áhugan at velja danskt og týskt sum linjulærugrein, at tímarnir í hesum lærugreinum fækkast í fólkaskúlanum; tað kemst av, at tað ikki longur er krav hjá fólkaskúlanæmingum at hava danskt og týskt fyri at sleppa inn á málsligu breytirnar í miðnámi. Broytingin er íkomin í kjalarvørrinum á nýskipan, sum varð sett í verk í august 2013 í miðnámsútbúgvingunum, har víðfevndar broytingar vóru gjørdar í mun til krøv um at læra fremmandamál; ein avleiðing er, at væl færri næmingar velja hesar lærugreinirnar.
Tingfólk harmast um hesa gongd, sum fleiri meta er sera óheppin, og tey vilja, at eitthvørt munagott, sum vendir gongdini, verður gjørt; tað kom fram í tinginum í desember, tá ið landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, svaraði munnligum fyrispurningi frá Hannu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn, um støðuna hjá týskum í skúlanum. Tingkvinnan vildi vita, um tekin eru um at málførleikar í týskum í Føroyum eru víkjandi, um hvørjir vansar kunnu standast av fyri føroyska samfelagið, um færri duga tungumál sum týskt væl og hava undirvísingarførleika eins og førleikar at útinna sítt starv á týskum, og um aðrir fyrimuninir enn vinnuligir og onnur atlit enn marknaðaratlit eru, tá um undirvísing í týskum ræður í føroyskum fólkaskúlum, á føroyskum miðnámi og í føroyskari lærararútbúgving.
Landsstýriskvinnan svaraði tingkvinnuni, at tað eru væl færri, sum í dag velja týskt á miðnámi, enn tað var fyrr. Tað eru nógv færri hold í týskum nú samanborið við fyri nýskipanina í 2013.
- Hugsa vit um sjálvan málførleikan hjá teimum, sum velja týskt, er hann ikki víkjandi; undirvísingarliga seta vit somu krøv til málið, sum danir gera. Tann yvirskipaði trupulleikin við, at alt færri læra seg týskt, er at sjónarringurin úr Føroyum og út í heim smalkar; vitanin um týskt og týsk samfelagsviðurskifti, týska tøkni, týska ferðavinnu, týsk handilssambond og so framvegis er í vanda fyri at hvørva, um týskt hvørvur úr skúlaskipanini.
At týskt hevur minkandi áhuga er ikki serføroyskt fyribrigdi; hini Norðurlondini hava somu avbjóðing, og hon stavar frá, at skúlaskipanin er vorðin demokratiserað, soleiðis at frælsi at velja hevur høga raðfesting, heldur landsstýriskvinnan.
Jógvan á Lakjuni, tingmaður, heldur, at tað er óheppið, at danskt og týskt verða trokað úr skúlaskipanini. Tað segði hann í orðaskiftinum, tá ið munnligi fyrispurningurin varð svaraður.
- Tað er sera óheppið. Sama um vit vilja tað ella ei, so eru vit knýtt at hesum partinum av heiminum, har vit hava brúka fyri at duga danskt og týskt. At læra týskt hevur tann fyrimunin, at tú kanst læra føroyskt samstundis, tí málini hava so nógv í felag.
Landsstýriskvinnan svaraði, at tað er eingin ivi um, at vit hava mist nógv í kjalarvørrinum á nýskipanini av miðnámsskúlaútbúgvingini og á fólkaskúlaøkinum.
- Eg havi varhugan av, at tað gongur upp fyri fólki, hvørjar avleiðingarnar eru. Tað er ikki skilagott at niðurlaða danskt og týskt í skúlaskipanini. Hinvegin hevur fólkaskúlin havt avbjóðingar av næmingum, sum hava skulað havt týskt, og sum ikki hava havt motivatiónina, áhugan, hegnið ella førleikan at læra tað. Tað hevur heldur ikki verið motiverandi fyri tey, sum vilja hava nakað burtur úr. Avleiðingin av øllum hesum er, at møguleikin at velja t.d. týskt minkar, tí tað verða so fá, sum velja tað, eisini um eingir lærarar eru at undirvísa í tí. Nú vit fara at eftirmeta miðnámsskúlaskipanina, eiga vit at hyggja at støðuni hjá fremmandamálunum og møguleikanum at velja tey. Eg havi varhugan av, at tað er vilji at bøta um støðuna, segði Rigmor Dam.
Vit hava ongan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, vísti Hanna Jensen á.
- Myndugleikarnir valdu ad hoc at koyra enskt inn í fjórða úr sætta, uttan at hava eitt kjak um tað, samstundis sum mann hevur valt at gera støðuna hjá týskum veikari og danskt sum vallærugrein heldur enn kravda lærugrein. Spurningurin er, hví hetta er gjørt, og hetta er tað, vit vilja.
Lesið grein í Skúlablað nr 1, 2017 og á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum um, hvat næmingar halda um lærugreinina danskt: http://www.skulabladid.fo/fo-FO/N%C3%A6mingum-d%C3%A1mar-ikki-l%C3%A6rugreinina-danskt.aspx
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen