Leys størv
Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2025:
Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli
Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-26. Starvið er 972 árstímar (lønarbrot 0,54).
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.
Søkt verður eftir 6 lærarum
Søkt verður eftir lærarum til fýra tíðaravmarkað størv og tveimum til fast starv:
* einum lærara at undirvísa í føroyskum, kristni, enskum og donskum í miðdeild.
* einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, heimstaðarlæru og handaverki og list í byrjanardeild.
* einum lærara at undirvísa í støddfrøði, donskum, dreingjaítrótti og handaverki og list í byrjanardeild.
* einum lærara at undirvísa í føroyskum, donskum, týskum, kristni, lívfrøði og dreingjaítrótti í hádeild
* einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, enskum, donskum og gentuítrótti í hádeild
* einum lærara at undirvísa í støddfrøði, enskum, landafrøði, lívfrøði og kristni í hádeild (endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2025)
Vegna barnsburðarfarloyvi verður eisini søkt eftir lærara at undirvísa í støddfrøði, føroyskum, kristni, heimstaðarlæru og gentuítrótti í miðdeild til setanar umleið frá 15. september 2025 og fram til 31. juli 2026. Setanarbrotið er 0,8.
Søkt verður eftir lærarum, sum
* undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
* duga at samstarva og eru fyrikomandi
* eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
* halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
* eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
* eru vanir at nýta teldu í undirvísingini
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2025-26.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17
490 Strendur,
hans.petur. jacobsen@skulin.fo
í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. mai 2025 kl. 15.00.
Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.
Stranda skúli hevur komandi skúlaár uml. 160 næmingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo