Leys størv

Størv í Eysturskúlanum at seta skúlaárið 2025/2026

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025 í Eysturskúlanum

4 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2025/26 fyri lærarar í farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar. Setanarbrotið verður endaliga ásett 1. september 2025. Setanarbrotið kann broytast gjøgnum skúlaárið vegna avlopstímar og umskipanir í skúlanum.

Størv í Serflokki – Lonin í Hoydølum

Einum lærara í farloyvisstarv, setanarbrotið er  1 – tíðaravmarkað skúlaárið 2025/2026.

Tveimum lærarum í tíðaravmarkaðum størvum skúlaárið 2025/2026 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Setanarbrotini verða endaliga ásett 1. september.

Vit hava eisini tørv á lærara at taka vikartímar eftir avtalu.

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

- eru samstarvs- og virkisfús

- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við

- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning og at standa saman um næmingin.

- Leggja orku í at samstarva.

Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

Førleikakrøv lærarar

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Eisini kunnu tey, ið fáa læraraprógv í ár, søkja á jøvnum føti. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.

Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í hesum lærugreinum: Støddfrøði, føroyskum, enskum, tónleiki, list, føroyskt sum annaðmál, og serundirvísing.

Okkum tørvar lærarar í grunddeild, miðdeild, hádeildi og í Nám X.

Eisini tørvar okkum lærara við lesivegleiðaraútbúgving.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til

eydna.magnussen@skulin.fo merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl 13:00.

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen, tlf. 214755

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2025/26 umleið 550 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða uml. 70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi. Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

At royna nýggjar leiðir á náttúrvísindaliga økinum og hava Scienceflokkar í hádeild.

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni