Tíðindi

Størsti heilsuligi vandin

Størsti heilsuligi vandin hjá ættarliðunum, sum vórðu fødd í fimmti-, seksti- og sjeytiárunum, var royking. Størsti heilsuligi vandin hjá ungum fólki í dag er likamligt óvirkni

05.01.2017

Allar kanningar benda á, at livihátturin hjá okkara børnum og ungum – eisini í Føroyum – fer skeivan veg m.a. av ov nógvari alnetsnýtslu, kropsligum óvirkni og ov lítlum svøvni.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum og granskari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, har hann m.a. er leiðari á nýggja Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, sigur í sambandi við, at Suni Poulsen, sálarfrøðingur, heldur, at tað ber til at venda gongdini hjá unga ættarliðnum, at ein stovnur, ið veruliga kann gera nakað við ta skeivu gongdina, er fólkaskúlin. Hann mælir skúlanum til at taka ábyrgdina av tí nýggja veruleikanum, tí kropslig rørsla bøtir um alt frá betri heilsustøðu, innlæring, konsentratiónsevni til sosialan trivnað.

Fólk eta heldur ikki saman í sama mun sum fyrr. Tað er ov lítið samband millum tey eldru, sum eru "keðilig og býtt" og tey ungu, sum ofta eta fyri seg. Tey eta mat, ið er av nógv verri tilfari og dygd enn fyrr.

Tann føroyski maturin er tann kostur, ið hóskar væl til tað, sum eitt nú Magni Mohr, granskari í heilsuvísindum, heldur vera heilsugóðan mat. Hann mælir til, at samfelagið ger meira við at menna nýtsluna av mati, sum ikki er ídnaðarliga viðgjørdur, og her passar føroyska matmentanin sera væl inn.

Fiti í sjálvum sær er ikki trupulleikin. Tann stóri syndarin er tann inaktivi lívsstílurin, ið als ikki klárar at bera fitina og sukrið í allari junkføðini hjá okkum í dag.

Fyrr hevði tann hart arbeiðandi føroyingurin og t.d. tann grønlendski veiðimaðurin – inuitturin – og húski brúk fyri fitini í kjøtinum, tvøstinum og spikinum. Hevur tú eina stóra orkunýtslu, tørvar tær stóra orkuinntøku, sum t.d. feitt og kolvætu, men er orkuinntøkan stór og orkunýtslan lítil, fær hetta neilig árin á heilsustøðuna. T.d. vóru hjartasjúkur og typa 2 diabetes so at siga ikki til í Grønlandi fyrr, hóast kosturin í stóran mun var feitt.

Í Føroyum hava vit nøkur tøl, sum vísa, at líkt kundi verið til, at vit eru spakuliga um at vinna á roykingini.

- Roykingin er minkað rættiliga nógv í Føroyum, men hon er framvegis ein øgiliga stór avbjóðing, sigur Magni Mohr.

Hann staðfestir, at roykingin – sigarettirnar – kostar samfelagnum ekstremt nógvar pengar. Jú, roykingin minkar í miðal internationalt. Kortini hevur tubbaksídnaðurin tað fínt við tað, at fólkatalið veksur, og í heimsins fólkaríkastu londum tykist roykingin ikki at minka nevnivert.

Kortini er roykingin í Føroyum minkað seinastu árini, og tað er at gleðast um, og heldur tað ættarliðið, sum nú er og kemur, seg til tann batnaða hugburðin til royking, minkar hon uppaftur meir.

Hyggja vit at alkoholnýtsluni í Føroyum, kunnu vit staðfesta, at tað gongur rætta vegin. Tó skulu vit hugsa um, at her eru nógv fleiri avhaldsfólk enn í líknandi samfeløgum. Avhaldsfólk telja sjálvandi við í hagtølunum. Hinvegin er tað ein keðiliga royndur lutur, at nógv fólk í Føroyum drekka ov nógv, tá ið tey drekka – umframt tey mongu, sum drekka illa. Í Føroyum eru tað nógv yngri, sum drekka ov nógv, tá ið tey drekka. Dømi eru tíverri um 13-14 ára gomul børn, ið longu hava royndir við alkoholi, og tað er ikki gott, tí allar kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú verri alkoholvanar hevur tú seinni í lívinum. Sjálvt íslendingar leggja merki til hetta óskilið í føroyska náttarlívinum. Í Íslandi sleppa børn rætt og slætt ikki at ganga úti um náttina.

- Tað fantastiska við íslendingum er, at hava teir eitt hugskot um, hvussu tingini skulu gerast, so gera teir tað – upp á gott og ilt, heldur Magni Mohr. Hann torir at siga, at íslendingum nýtist ikki vælsignilsi frá einum øðrum landi til at fremja síni hugskot í verki. Føroyingar hava tað yvirhøvur soleiðis, at teir vilja síggja onnur úti í heimi royna tað fyrst, áðrenn teir hætta sær út í broytingar.

Soleiðis liggur tann rætta – ella kanska skeiva – avgerðin og bíðar, ongum at frama.

Myndin:

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum og granskari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, torir at siga, at íslendingum nýtist ikki vælsignilsi frá einum øðrum landi til at fremja síni hugskot upp á gott og ilt í verki

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni