Tíðindi
06.12.2016
Nógv átøk eru gjørd á økinum, sum hevur við lesing at gera, og tey síggjast aftur í PISA-úrslitunum hesaferð.
- Tað er ikki av tilvild, at føroyskir næmingar hava gjørt so stór framstig í lesing og klára seg so væl hesa ferð. Eg haldi ikki, at vit kunnu siga, at eitt einstakt átak hevur gjørt allan munin; í staðin haldi eg, at vit kunnu siga, at øll átøkini samlað hava gjørt mun. Vit hava útbúgvið lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar, eins og tvílæraraskipan er sett í gildi í innskúlingini og nógv nýtt tilfar er framleitt, eisini kanningartilfar, og ikki minst at nógv ljós hevur verið varpað á lesing.
Í nýggjastu PISA-úrslitini eiga genturnar munin, tá ið ræður um at klára seg best, 482 pisa-stig samanborið við 457 stig til dreingir; kynsmunurin er minni samanborið við kanningina frá 2009.
- Vanliga er kynsmunur í lesing, nevniliga at genturnar klára seg betur; tað er at fegnast um, at kynsmunurin minkar. Hví dreingirnir hava hálað seg so nógv fram, dugi eg ikki at siga, tí vit hava ikki gjørt átøk serliga til dreingir.
Skulu vit klára okkum uppaftur betur í lesing, mugu vit hyggja nærri at námsætlanunum, heldur Joan Knudsen. Eitt av tilmælunum frá serfrøðingabólkinum er at endurskoða námsætlanirnar.
- Námsætlanirnar eru ikki nóg ítøkiligar; til dømis verður faklig lesing ikki nevnd. Har má gerast greitt til dømis, hvat tað merkir at duga at lesa ein frymil, eina talvu, hvat tað merkir at duga at lesa, er tað at duga at skimma ein tekst ella at leita eftir upplýsingum og so framvegis. Har er avgjørt tørvur á at lyfta okkum upp á hægri stig, og at vit gerast ítøkiligari, tá ið vit seta mál niður í smálutir fyri, hvat næmingurin skal duga, so lærarin veit, hvat tað er fyri førleikar hjá næmingunum, ið hann skal royna at menna.
Kanningin í 2018 varpar ljós á lesing.
Mynd: Joan Knudsen og Erla Olsen, báðar limir í serfrøðingabólkinum, sum hevur gjørt PISA-frágreiðingina. Myndatakari: Birgir Kruse